103 kilo - ella 206 pund av fiski. Tað var nøgdin, sum ein 6. flokkur í Ferslev skúlanum á Norðurjútlandi át í tríggjar vikur. Við hesi nøgdini vunnu tey eisini eina kapping, sum Fiskebranchen skipaði fyri. Kappingin, ið snúði seg um, hvør flokkur kundi eta mest av fiski, var millum niggju skúlaflokkar í sambandi við Fiskens Dag, ið danir halda.
Ætlanin var, at kappingin skuldi ganga fyri seg í skúlunum, men tað helt hesin 6. flokkurin ikki vera nóg mikið. Tá mæmingarnir komu heim eftir loknan skúladag, vildu tey hava fisk at eta, tó at tey eisini høvdu etið fisk í skúlanum.
Fiskur er góður fyri heilsuna, og tað var fyri at seta fokus á at eta fisk, at kappingin varð skipað millum hesar skúlaflokkarnar.
Samstundis, sum næmingarnir hava etið nógvan fisk seinastu tríggjar vikurnar, hava tey eisini fingið eitt betri innlit føðsluevnini í fiski, eins og tey hava lært ein hóp um anatomi, trivnað og liviumstøður hjá fiski.