Skúlaflokkur fekk onga hjálp

ØSKUFØST Næmingarnir 8. A í skúlanum við Ósánna í Klaksvík og lærarar teirra stóðu sum kánus hósdagin, tá ið tey komu úr Prag til Kastrup og ikki sluppu heim. Hvørki trygging ella Atlantsflog kundu hjálpa teimum við innivisti, men skúlin og kommunan tóku um endan

25 næmingarnir í 8. A og tríggir lærarar hava verið á námsferð í Prag, og beint áðrenn tey skuldu fara úr Prag hósdagin frættu lærararnir, at flúgvingin í Norðurevropa var órógvað av eldgosinum í Íslandi.
Teir vildu einki siga við næmingarnar.
- Vit fingu ein frammaná, tá ið vit ringdu til Atlantslog og til tryggingina um at hjálpa okkum, tá ið vit komu til Danmarkar, tí eingin hjálp var at fáa. Tryggingin tekur ikki við, tá ið talan er um nátturuhending, og tí ein almennur myndugleiki hevur stongt loftrúmið, sigur ein av lærarunum og ferðaleiðarin Stig Elttør.
Hann ringdi tí beinanvegin til skúlastjóra sín, sum beinanvegin lovaði teimum, at skúlin vildi hjálpa.
Ósáskúlin og Klaksvíkar kommuna hava átikið sær at gjalda útreðslurnar av longda steðginum hjá 8. A í Danmark.
Ferðalagið fekk Fonnflog at hjálpa við at finna innivist, og tað eydnaðist teimum at finna eitt vallaraheim á Amager. Har hava tey so gist í nátt.
Fartelefonirnar gingu kykar hjá næmingunum í gjár. Næmingarnir ringdu og sms-aðu heim, og foreldur ringdu aftur. Nú høvdu næmingarnir glett seg at sleppa heim, men tað sluppu tey ikki, og í morgun var framvegis ógreitt, nær flúgvandi verður aftur millum Føroyar og Danmark.
Stig Elttør heldur ikki, at næmingarnir hava tað stóra av peningi eftir, nú tey eru á veg heim. Tey flestu hava brúkt hvørt oyra í Prag.
- Ikki høvdu vit væntað, at vit sum lærarar nú skuldu hava ábyrgdina av einum stórum flokki av 14-15 ára gomlum næmingum her í Keypmannahavn, sigur Stig Elttør.