Skálafjarðatunnilin - møguleiki og/ella gávubúð?

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
-----

- Tað er ringt at skilja, at Løgtingið nú skal viðgera uppskot, har tingið einki veit um avleiðingarnar av møguligari samtykt.

Farna hálva árið hevur ljóðað, at Innlendismálaráðið hevur havt ætlanir um at lata donskum investorum arbeiðið at gera og reka Skálafjarðatunnilin.

Fyri at fáa greiðu á hvat fyrifórst, setti undirritað landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning um verkætlanina 13. februar í ár. Svarið frá landsstýrismanninum var vøkkult og lítið ítøkiligt. Áhugin í tinginum var eisini samsvarandi. Burtursæð frá undirritaða tók nærum eingin annar orðið.

Nú er so komið í ljósmála, at Copenhagen Infrastructure Partners hava samráðst seg til ein sáttmála við Innlendismálaraðið.
Sáttmáli, sum verður duldur og sum tí gevur uttanfyristandandi kensluna av av, at hann kanska ikki tolir dagsins ljós.

Ístaðin hevur landsstýrismaðurin um dagarnar sent lógaruppskot til hoyringar, sum skal geva honum óskerda heimild at lata verkætlanina til CIP at hoyggja við.

'Ojavni
Tað sum er komið undan kavi higartil er á mangan hátt ringt at skilja. Fyri tað fyrsta tykist tað rættuliga løgið, at samráðingarnar hava verið førdar í loyndum. Hetta hevur havt við sær sjálvsagdar gitingar um orsøkina til, at eingin sleppur at síggja avtaluna.
 
Øll tilgongdin - og tað vísir lógaruppskotið eisini - ber brá av ójavna millum partarnar. Landsstýrið bindur seg til eina rúgvu, meðan mótparturin lítlar og ongar bindingar hevur.
Í verandi lógaruppskoti verður beinleiðis sagt, at loyvishavin, uttan nakrar avleiðingar, kann fara burtur úr avtaluni, um hann ikki innan 2018 hevur latið landsstýrinum eitt forprojekt, hvat so tað merkir? Loyvishavin kann eisini við reinum passiviteti í 12 mánaðir sleppa burtur úr projektinum.
 
Eingin javnstøða
Heldur ikki er javnstøða millum partarnar. Hví kann landsstyrið ikki uppsiga avtaluna, um loyvishavin einki ger við projektið? Hví er tíðarfreistin longd í mun til tað, sum upprunaliga hoyrdist um tíðarfreistina, tá loyvishavin skuldi hava eina freist uppá 2 ár. Nú verður landsstýrið bundið í 5 ár til einki at gera, meðan tað í veruleikanum stendur loyvishavanum frítt at gera tað honum lystir.
Í uppskotinum verður eisini sagt, at landsstýrið bindur seg til ikki at broyta normar fyri tunnlar. Ger landsstýrið tað, so skal landsstyrið enntá rinda loyvishavanum endurgjald! Tað má metast at vera óhoyrt at frítaka privatan loyvishava fyri allar broytingar í galdandi bygginormum, og sum vituliga fara at verða samtyktir framyvir.
 
Galda fyri øll
Eisini er tað skeivt at samtykkja nýggjar skattareglur í einum uppskot um ein undirsjóvartunnil. Tað er í skattalógini broytingar skulu gerast, og skulu tær tá galda fyri øll feløg.
 
Harafturat er reglan um, at kommunur sum byggimyndugleiki kunnu verða tiknar av ræði, ikki væl umhugsaðar. Nakað, sum helst fer at orsaka politiskt rumbul og skilnað millum land og kommunur.
 
Reglan um, at avtalan millum partarnar ikki má almannakunngerðast fyrr enn í fyrsta lagi 6 mánaðir eftir, at tunnilin er tikin í nýtslu, er eisini serstakliga løgin. Tað finst ongin saklig grundgeving fyri, at almenningurin ikki skal kenna innihaldið í eini so týdningarmiklari avtalu fyrr enn eftir at projektið er liðugt og tikið í nýtslu. Hvør er grundgevingin fyri hesum?
 
Eingin má síggja
Grundleggjandi er tað eisini sjáldsamt við uppskotinum, at Løgtingið gevur landsstýrismanninum heimild til at undirskriva sáttmála, sum Løgtingið ikki má síggja. Til samanberingar hevði tað verið óhugsandi, at danskur ministari fekk heimild at undirskriva eina avtalu um einkarætt til brúnna um Oyrasund, sum Fólkatingið ikki kendi innihaldið av. 

Eisini er tað eisini óskiljandi, at íløgan øll sum hon er skal forrentast við 10%. Tað er neyvan nakar, sum klárar at garantera eitt slíkt avkast í 10 ár. Hóskandi kundi verið at spurt, um einki er í avtaluni við loyvishavan um maksimala forrentning? 
Og hvussu er viðurskiftini millum lánsveitararnar (donsku pensiónsfeløgini) og stovnararnar av sjálvum tunnilsfelagnum reguleraði? Hvørja samsýning fáa stovnararnir fyri ómakin?  
Heldur ikki er ásett nøkur regla um, at landstýrið skal hava eftirlit við felagnum og skal góðkenna raksturin, herundir prísáseting. Og hvør skal hava hetta eftirlit? Hvat hendur t.d. um felagið fer á húsagang. Er yvirhøvur nakað sum regulerar hesi viðurskifti? Tað er óskiljandi, at hesin parturin verður óreguleraður.
 
Spurningarnir eru margfaldir. Tað er ringt at skilja, at Innlendismálaráðið (løgmálaráðið) leggur navn til lógaruppskot, sum á so nógvum økjum víkir frá teimum treytum og mannagongdum, sum higartil hava verið mettar at verða trygdin fyri, at Løgtingið viðgerð uppskot, ið eru í samsvari við neyvt og dygt lógarsmið.

-------
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður