Skálafjarðartunnilin undir tað almenna

Tað er nógv, sum bendir á, at samgongan er samd um, at tað ætlaði Skálafjarðartunnilin skal undir tað almenna og at teir privatu sostatt ikki sleppa at halda fram við ætlanini Tað er nú alt sum bendir á, at samgongan hevur avgjørt, at ætlaði undirsjóvartunnilin undir Skálafjørðin ímillum Streymoy og Eysturoy, skal vera ein privat verkætlan.

Í løgtinginum fyri eini løtu síðani kunngjørdi Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, at hon arbeiddi við eini ætlan um at leggja Skálafjarðartunnilin undir tað almenna.

Í løtuni kannaðu tey í vinnumálaráðnum eftir, hvussu hetta kann verða gjørt og um ikki so langa tíð verður ein ætlan løgd fyri samgonguna og Løgtingið.

Sostatt er eisini alt, sum bendir á, at teir privatu, sum hava søkt um at loyvi at gera undirsjóvartunnilin, ikki sleppa at halda fram við ætlanini.

Bjørt Samuelsen staðfesti eisini, at í hesum sambandi verður eisini kannað eftir, hvussu Skálafjaðartunnilin, Sandoyartunnilin og aðrar ætlanir, kunnu setast í ein samanhang.