Skálafjarðartunnilin – hvørjir eru møguleikarnir?

Reimund Langgaard, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
----
Nú hava nógv ymisk alterna­tiv verið frammi, um hvussu Skálafjarðartunnilin skal byggjast og fíggjast – og man skuldi trúð, at fyri okkum Eysturoyingar er hetta ein trygd fyri, at okkurt so í øllum førum verður gjørt.
Persónliga stúri eg kortini eitt sindur fyri, at úrslitið verður tað sama, sum tað hevur verið tey farnu árini – at einki hendir. Hugsaði her at taka eina gjøgnumgongd av møguleikunum fyri, hvussu verkætlanin kann fy­ri­skipast.
Almennan tunnil eftir leist­inum hjá Aksel og Bjørt
Tingfólk úr Javnað­ar­­flokkinum og Tjóðveldis­flokk­inum mæla til, at vit gera eitt alment partafelag, sum skal byggja Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin, og síðan skal henda íløgan verða fíggjað av brúkaragjøldum av Skálafjarðartunnilinum - saman við tí sindri, sum Sandoyartunnilin gevur.
Tey hava sett upp eina fíggjarætlan, men meti eg hesa tøl verða sera bjartskygd og órealistisk.
Setti teimum nakrar spurningar fyri góðum 2 vikum síðan, men havi ikki fingið svar uppá hesar. Her eru nakrir teirra:
- Tey meta, at Skála­fjarðar­tunnilin fer at kosta eina milliard, meðan veruligi kostnaðurin helst verður 100-500 milliónir hægri
- Tey meta, at Sand­oyar­tunnilin fer at kosta 700 milliónir, meðan veruligi kostnaðurin helst verður 100-300 milliónir hægri
- Tey meta rentuna til 3% øll árini – meðan eg meti tað ikki verða sannlíkt, at hon heldur sær so lágt so leingi
- Kredittmetingin hjá Moody´s versnar, tá Lands­­kassan skal læna ella veð­halda fyri góðar 2 milliardir afturat. Hetta kemur sjálv­sagt at dýrka verandi lán, og ivist eg í, um hesin meirkostnaðurin er tikin við í útrokningarnar
- Rakstrarútreiðslurnar er mettar alt ov lágt – helst eiga tær at verða minst tví­falt so høgar.
- Eri sjálvur eisini ivasamur um ferðslumetingarnar – t.d. um umleið 1.500 bil­ar fara at koyra millum Runa­vík og Strendur um dagin - aftur og fram.

Samanumtikið trúgvi eg als ikki, at hendan verk­ætl­anin hongur saman, og eri eg tí ímóti henni. Har­um­framt gongur tað útyvir rættvísiskensluna hjá nógv­um Eysturoyingum, at Norð­oy­ingar og Vágafólk skulu gjalda minni enn helvt­ina av sínum tunlum, meðan Eyst­uroyingar skulu gjalda all­an okkara - og so Sand­oyar­tunnilin eisini.

Skálafjarðartunnil í parta­felag saman við verandi tunlum
Í uppskotinum hjá Aks­el og Bjørt skal Skála­fjarðar­tunn­ilin bera kostnaðin av tveimum tunlum – og trúgvi eg persónliga ikki, at hann megnar tað. Í hesum upp­skotinum, sum m.a. BankNordik vísir á, skulu trígg­ir tunlar bera kostnaðin av Skálafjarðartunlinum – og er hetta nakað heilt annað - fíggjar­liga eri eg sannførdur um, at hetta felagið hevði megnað at hildið allar sínar skyldur. Helst hevði hetta sterka felagið eisini at hava fíggjarliga orku til at byggja Sandoyartunnilin um nøkur ár.
Sjálvur dámar mær væl hetta uppskotið, men trupul­leikin er, at ikki trúgvi, at tað fæst ein politiskur meiriluti fyri uppskotinum, og tí nytt­ar tað sum so einki, at upp­skotið er gott.
- Vágafólk verða mest sann­líkt ímóti, tí tað inniber at tey framhaldandi mugu gjalda bummgjøld
- Norðoyingar verða mest sannlíkt ímóti, tí tað inniber at tey fram­hald­andi mugu gjalda bummgjøld
- Sandoyingar og Suður­oy­ingar verða mest sann­líkt ímóti, tí tað inni­ber, at landið byggir eina alterna­tiva farleið til Eystur­oynna áðrenn vit byggja lív­æðrina suðureftir
- Fleiri havnarfólk eru ímóti, at Skálafjarðartunnilin verður bygdur – helst tí, at tey eru bangin fyri kapp­ing millum økini - og tí sjálvsagt eisini ímóti hesum mátanum at byggja hann uppá

Skálafjarðartunnilin einsamallur í eitt alment partafelag
Hetta er nokk tann einasta loysnin, har man kanska kann fáa ein poltiskan meiri­luta fyri einum almennum tunli. Men hendan loysnin kemur at skuldarbinda land­ið rættliga nógv og hevur avgjørt ein váða við sær – landskassin má nevniliga veð­­halda, tí at annars verður rentan ov høg og sann­­líkindini yvirhøvur at fáa fígging munandi verri. Somu­leiðis hevur hendan loysnin eisini við sær, at landið tekur alternativu far­leiðina til Eysturoynna frammum lívæðrina til suðurøkið.

Skálafjarðartunnilin í eitt privat felag
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur viðgjørt uppskotið um Føroyatunlar, og í hes­um svara tey, at best er um tunnilin verður gjørdur al­mennur, tí at hetta helst kemur at hava við sær lægri brúkaragjøld.
Men tey siga víðari, at hvussu víkir og vendir, er tað mest avgerandi at tunnilin verður gjørdur, og at tað ikki má henda, at øll uppskotini verða vrakað. Eg eri samdur við Arbeiðsgevarafelagnum í teirra niðurstøðu og vóni ikki, at øll eyka uppskotini hava við sær, at einki kemur burturúr - til stóra fragd fyri nøkur.