Tað gongur illa at fáa fígging til ætlanina at gera undirsjóvartunnil undir Tangafjørð, ímillum Streymoy og Eysturoy.
Tað gongur so illa, at vandi er fyri, at øll verkætlanin fer fyri skeyti.
Tað viðgongur Ingi Højgaard, nevndarformaður í felagnum, sum ætlar at gera tunnilin.
Fyri at fáa loyvi at gera tunnilin, skal felagið veita landsstýrinum trygd fyri fíggingini
Og freistin at veita trygd fyri fíggingini er úti 1. august.
Ongin fígging
Men hóast tað sostatt ikki eru meiri enn góðar tvær vikur eftir, er enn ongin fígging í eygsjón, staðfestir Ingi Højgaard.
- Vit royna framvegis, men tað er ikki lætt at fáa fígging í hesum døgum, sigur hann.
Hann staðfestir eisini, at tey hava ikki givið skarvin yvir og tí royna tey framvegis at útvega fíggingina.
Teir royna bæði í Føroyum og uttanlands.
- Í dag er fíggjarliga umhvørvið ikki tað sama, tað var fyri nøkrum fáum árum síðani, leggur hann afturat.
Men er talan um eina so góða íløgu, sum tað hevur verið ført fram, at hetta er, hví er tað so ein trupulleiki at fáa fígging?
- Tað nyttar lítið hvar tú og eg og landsstýrið halda um eina íløgu, tí veruleikin er, at ein íløga er ongantíð betri enn fíggjarmarknaðurin heldur hana vera, sigur nevndarformaðurin.
Og hann viðgongur, at spurningurin um fígging er komin so stutt enn, at nú bara góðar tvær vikur eru eftir av freistini, er vandi fyri, at tey ikki røkka á mál og at verkætlanin tískil dettur niðurfyri.
Leysasøgur hava gingið um, at tunnilsfelagið ætlar at fáa landskassan at veðhalda fyri fíggingini.
Men tað avsannar Ingi Højgaard.
- Vit kunna landsstýrið alla tíðina, men vit hava ikki biðið um trygd fyri fíggingini. Tað stendur í avtaluni við landsstýrið, at vit skulu útvega fíggingina sjálvi og tað halda vit okkum til, sigur hann.