Skálafjarðartunnilin: Fáa freist til 1. oktober

Privata felagið, sum ætlar at gera undirsjóvartunnil ímillum undir Tangafjørð ímillum Streymoy og Eysturoy, fær nú freist til 1. oktober at finna útav um tað framvegis er sinnað at lyfta uppgávuni og megnar at fáa fíggingina til vega. Tað fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstum.

Uppskotið er klárt og er send avvarðandi pørtum til hoyringar, men ætlanin er at leggja tað fyri Løgtingið seinni í hesum mánaðinum.

Annars var upplýst, at felagið fekk freist til 1. Juni, men nú er so ætlanin at leingja freistina til 1. oktober.

Mett verður, at ein freist upp á eitt hálvt ár frá tí, at uppskotið er samtykt, er nóg mikið av tíð hjá felagnum at fáa greiði á um tað framvegis er megnar at fara undir uppgávuna, sigur Annika Olsen í uppskotinum.

Annars var freistin sett til 1. desember í fjør, men so mátti Eik- samtakið, sum átti helvtina av felagnum, geva skarvin yvir og tí varð ætlanin løgd á hyllina.

Men landsstýriskvinnan heldur, at hetta er ein so serlig støða, at felagið eigur at fáa longda freist.

Men samtykkir løgtingið ikki hetta uppskotið, kann landsstýriskvinnan bjóða tunnilin út í fríari kapping.