Skálafjørðurin verður bundin saman við tunli til miðstaðin

- Nei, eg gjørdist ikki so skakkur av Sigurdi Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu. Í mínari verð er eingin ivi um, at koyrandi verður til Havnar av báðum ørmum á Skálafjørðinum. Tað er hetta, sum verkætlanin byggir á, og tað er hetta, sum P/F Skálafjarðartunnilin fer at søkja Vinnumálaráðið um, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu

Samferðsla

Tað vóru fólk í Nes kommunu, sum settu út í kortið við tunnilsætlanini undir Tangafirði, og tað vóru kommunurnar við Skálafjørðin, sum stuðlaðu undir verkætlanina.
Nú borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen, í Degi & Viku greiddi frá ætlanunum hjá kommununi at byggja tunnil av Kambsdali og inn Millum Fjarða, hava fólk sett sær spurningin, um ætlaði undirsjóvartunnilin undir Tangafirði kanska slett ikki fer at koma upp á eystara armi á Skálafjørðinum.
Orsøkin til, at hesin spurningur verður reistur, er stóra landsvegagerðin á vestara armi á Skálafjørðinum, samstundis sum ætlaða vegagerðin av Skipaneskrossinum og út eftir eystara armi á Skálafjørðinum enn liggur í onkrari skuffu  og ongan veg er komin.
Sigurd Simonsen segði enntá í SvF-innslagnum, at verður tunnil bygdur av Kambsdali og inn Millum Fjarða, kundi Landsverk spart tær miljónirnar, sum tað kostar at byggja nýggjan landsveg á eystara armi á Skálafjørðinum. Tá kundi ferðslan, sum verður úr Norðoyggjum, Leirvík og Gøtu gingið um tunnilin á Kambsdali, víðari eftir landsvegnum út á Strendur og síðan í komandi undirsjóvartunnili til miðstaðarøkið.

Eingin ivi
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum eisini hevur verið við í bólkinum, sum hevur arbeitt við verkætlanini undir Tangafirði, ivast tó onga løtu í, at Skálafjarðartunnilin fer at koma upp í báðum endum á Skálafjørðinum.
- Nei, tað er als eingin ivi í mínari verð um tað. Tað er hetta, sum verkætlanin upprunaliga bygdi á  og hetta er eisini tað, sum P/F Skálafjarðartunnilin, sum Kaupthing og Lív nú eiga, fer at søkja Vinnumálaráðið um í næstum.
Borgarstjórin vísir á, at tekniski stjórin hjá P/F Skálafjarðartunlinum, Dávur Reinert Hansen, hevur víst á møguleikan við eini rundkoyring á Saltnesgrynnuni.
- Hvussu endaliga verkætlanin verður snikkað saman, fer tíðin at vísa, men tað stutta av tí langa er, at báðir endarnir á Skálafjørðinum verða bundnir saman, og síðan fer ein tunnilsføring suður á meginøkið.
Símun Johannesen sigur, at P/F
Skálafjarðartunnilin nú er í holt við at snikka eina umsókn til Vinnumálaráðið, og ætlanin hjá felagnum er, at tunnilsbyggingin fer í gongd í byrjanini av 2008.
Hann vísir á, at landsvegagerðin hinumegin fjørðin  av Skála og út á Strendur  byrjaði langt áðrenn, tunnilsætlanin undir Tangafirði sá dagsins ljós.
- Ætlanin við tunli millum Kambsdal og Millum Fjarða er eisini rættiliga gomul. Hetta er ivaleyst ein fín loysn fyri Fuglafjørð, men fyri bygdirnar Leirvík, Gøtu og bygdirnar á eystara armi á Skálafjørinum, er lítil nytta í henni.

Ikki blanda seg
Símun vil ikki siga, at hann gjørdist skakkur, tá ið hann hoyrdi Sigurd Simonsen, men hann heldur, at borgarstjórin fór ov langt, tá ið hesin helt, at Landsverk við teirra tunnilsætlan kann spara burtur landsveragerðina av Skipaneskrossinum og út eftir eystara armi á Skálafjørðinum.
- Henda vegaføring, sum er so avgerandi neyðug fyri eystara armin á Skálafjørðinum, hevur verið upp á tal í nógv ár. Ferðsluteljingar hjá Landsverki vísa nevniliga, at størri helmingurin av ferðsluni, sum kemur norðaneftir, fer út á Skálafjørðin  og ikki til Havnar. Nógv vinnulív er á Toftum og Runavík, og hetta gevur nógva tunga ferðslu.
Borgarstjórin í Nes kommunu heldur lítla meining vera í, at ferðslan, sum koyrir millum eystara armin á Skálafjørðinum og eysturbygdirnar í Eysturoy og Norðoyggjar, skal noyðast heilt inn Millum Fjarða, áðrenn snarað verður út á Skálafjørðin.
- Eg haldi ikki, at Sigurd Simonsen skal blanda seg í, hvat verður gjørt á eystara armi á Skálafjørðinum.
Borgarstjórin vísir á, at heldur Sigurd so lítið um eina nýggja vegaføring av Skipaneskrossinum og úteftir eystara armi á Skálafjørðinum, hevur hann eisini sínar viðmerkingar til tunnilsætlaninar hjá Fuglafjarðar kommunu.
- Eg dugi ikki at skilja tað skilagóða í, at ferðsla úr Norðoyggjum og Gøtu, sum skal út á Skálafjørðin, endiliga skal "sleipast" upp um Fuglafjarðareið í framtíðini, sum Símun Johannesen tekur til.