Skálafjørðurin er hart raktur

Nú Faroe Seafood í Runavík og Faroe Seafood á Toftum eru afturlatin, samstundis sum seks ísfiskatrolarar eru lagdir, er eysturarmurin á Skálafjørðinum hart raktur

ARBEIÐSLOYSI

Í gjár fingu fólk, sum eru vorðin arbeiðsleys á Faroe Seafood í Runavík, uppsøgn í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini, samstundis sum tey fingu fylt út umsóknarblað til ALS og Almannastovu.
Karla Einarsson, forkvinna í Hæddini, sigur, at høvi var hjá fólki at koma eftir uppsøgnini millum klokkan 13 og 16 í gjár.
- Øll møttu ikki í dag, men tey vóru nógv, sum vóru inni á gólvinum. Tað var umboð fyri búgvið eftir Faroe Seafood, sum handaði teimum uppsøgnina, og síðan vóru umboð fyri Hæddina, Arbeiðsloysiskipanina og Almannastovuna, sum hjálptu fólki við umsóknarbløðum.
Karla sigur, at øll tey, sum fingu uppsøgnina og fingu fylt út umsóknarbløð, nú ikki nýtast at gera meiri við hetta.
- Millum tey, sum møttu, vóru eisini útlendingar, sum ikki hava permanent arbeiðsloyvi í Føroyum, og hesi vórðu hjálpt av Almannastovuni, so tey eisini fáa síni rættindi.
Karla sigur, at nógvir limir í Arbeiðarafelagnum Hæddini hava mist arbeiði, nú Faroe Seafood í Runavík er latið aftur, og óvissa enn er um landingarmiðstøðina Kongshavn.
- Tey, sum starvast hjá Kongshavn, fingu tó ikki uppsagnarbræv í dag, leggur hon aftrat.
Karla sigur, at tey eisini fingu kunnað tey arbeiðsleysu um treytirnar við tryggingini, sum tey hava hjá Føroya Arbeiðarafelag.
- Her er tað soleiðis, at eru fólk arbeiðsleys í meiri enn tríggjar mánaðir, noyðast tey at syrgja fyri inngjaldinum sjálvi, um tey ikki skulu detta úr tryggingini, sigur forkvinnan í Arbeiðarafelagnum Hæddini.
Hon leggur aftrat, at eini 140 fólk arbeiddu hjá Faroe Seafood í Runavík, tá mest var at gera, og ein fittur partur av hesum eru limir í Arbeiðarafelagnum Hæddini.

Góð kunning
- Eingin græt, sum eg sá, tá tey høvdu fingið uppsagnarbrævið, men fólk eru ómetaliga kedd um støðuna – ikki minst, nú vit nærkast jólum.
Tað sigur Karla, tá vit spyrja hana, hvussu limir hennara og arbeiðsfólk annars tóku ímóti uppsøgnini í gjár.
- Eg haldi, at dagurin var ógvuliga væl skipaður, og fólk vóru fegin um ta kunning og hjálp tey fingu við eitt nú umsóknarbløðum.
Hon vísir á, at eisini kunnandi fundurin í Løkshøll í fyrradagin var upplýsandi og gevandi fyri tey raktu og tey, sum varða av hesum fólkum.
- Fundurin í Løkshøll var sera væl møttur. Eini 200 fólk lýddu á, og eg haldi, at fólk yvirhøvur vóru væl nøgd við kunningina.
Karla leggur dent á, at fólk vistu jú einki, tá ið tað hendi.
- Tey funnu jú ikki út av, hvussu støðan var, fyrr enn eftir, at tey vóru komin úr arbeiði fríggjadagin. Tá fingu tey at vita, at arbeiðsplássið hjá teimum var stongt og farið á húsagang, sigur Karla Einarsson, forkvinna í Arbeiðarafelagnum Hæddini.
Saltfiskavirkið Faroe Seafood á Toftum er sum kunnugt eisini stongt og tey, sum arbeiddu á virkinum, hava eisini fingið sína uppsøgn, kunning og hjálp til útfylling av umsóknarbløðum.