Staðarnavnanevndin hevur gjørt av, at frameftir skal bygdin innast á Skálafjørðinum hava almenna navnið Skálafjørður – og ikki Skálabotnur sum higartil.
Avgerandi argumentið fyri at gera hesa broyting var, at meirilutin av fólkinum í bygdini á vegleiðandi fólkaatkvøðu hevði sagt, at tey ynsktu navnið Skálafjørður.
Í fundarfrásøgnini hjá Staðarnavnanevndini sæst, at hvat talaði fyri navninum Skálafjørður, og hvat talaði fyri navninum Skálabotnur:
»Fyri navninum »Skálabotnur« talar:
– At tað er tað elsta skjalfesta navnið á plássinum (frá árinum 1600 og seinni)
– At tað hevur langa siðvenju á kortum
– At tað hevur ta størru útbreiðsluna millum manna, eftir øllum at døma eisini millum fólk í øðrum bygdum við Skálafjørðin
– At í hvussu er hvørfalsformurin Skálafjørður er tvítýtt navn
Fyri navninum »Skálafjørður« talar:
– At tað kemur fyri í kirkjubók í 1687
– At tað verður nýtt av fólki á staðnum
– At tað hevur undirtøku frá einum meiriluta av fólkinum í bygdini, sbrt. fólkaatkvøðu tann 12.03.2019
–At Funningsfjørður er valt fram um Funningsbotn sum alment bygdarnavn
Niðurstøðan var, at Staðarnavnanevndin mælti til, at Skálafjørður frameftir skal vera almenna navnið á bygdini.

Skálafjørður: Hetta talaði fyri og ímóti

