Skálafólk fáa heimapartarnar í morgin

Í Oyndarfirði fáa tey sínar partar á midnátt í kvøld

Á havnarlagnum á Skála og á havnarlagnum í Oyndarfirði er forkunnugt virksemi íkvøld. Teir skera grindina upp, sum fyrr í dag varð hildin til í Hvannasundi.

 

Tíðliga í kvøld varð roknað við, at heimapartarnir fóru at vera klárir seinni í kvøld. Nú vísir tað seg, at tey í Oyndafirði fáa sínar heimapartar á midnátt.

 

Tey í Skálafirði og á Skála fáa ikki sínar partar í kvøld.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, upplýsir, at tað tók longri tíð, enn tað varð roknað við, at fáa hvalirnar úr Hvannasundi og út á Skála. Tí verður tað ikki fyrrenn í morgin klokkan níggju, at tey á Skála og í Skálafirði fáa sínar partar á havnarlagnum á Skála.