Í ringasta føri verður endaliga rokningin fyri skúladepilin í Suðuroy 104,1 millión krónur. Tað sæst í einum svari, sum Jóannes Eidesgaard nú hevur givið Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Løgtingsmaðurin hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum um ymsar almennar verkætlanir og hetta er fyrstu ferð, at endalig tøl hava verið almannakunngjørd um, hvussu nógv hesin illa umstríddi skúladepil fór at kosta.
Upprunaliga skuldi hann kosta góðar 50 milliónir, men seinni varð ætlanin og prísurin endurskoðað og tá varð kostnaðurin settur til 74 milliónir, umframt 7,7 milliónir til innbúgv og fýra milliónir til vatn, kloakk og asfaltering.
Men nú alt roknistykkið er gjørt upp, er kostnaðurin 18,4 milliónir hægri, ella tilsamans 104,1 millión.
Jóannes Eidesgaard sigur, at av meirkostnaðinum upp á 18,4 milliónir krónur, stava tær 9,1 milliónirnar frá projektering og byggibúgving av ætalðu skúlabyggingini í Vági og projektering av nýggja skúladepilinum í Suðuroy.
Har er kortini ein ivaspurningur upp á góðar níggju milliónir krónur, tí MT Højgaard hevur sett fram eykakrøv upp á 9,3 milliónir krónur.
Hinvegin sigur landsstýrismaðurin, at myndugleikarnir hava ikki sett fram eyka krøv til byggingina, sum hava elvt til eykakrøvini frá MT Højgaard og tí hevur landið heldur ikki skyldu til at gjalda.
Sostatt hevur Landsverk avvíst at gjalda meirkostnaðin, men hevur sett peningin av, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av einum møguligum sakarmáli.









