Tingfólk hjá Javnaðarflokkinum vilja hava komandi skúladepilin í Marknagili at brúka reina orku, og at depilin annars skal verða so umhvørvisvinarligur sum gjørligt Tingbólkur hjá Javnaðarfloksinum heitir á landsstýrið um syrgja fyri, at nýggi skúladepilin í Havn fer at brúka reina orku, og at hann annars verður so umhvørvisvinarligur sum gjørligt.
-Tá vit fara undir eina so stóra byggiverkætlan, sum tað er at byggja størsta skúlan í Føroya søgu, eiga vit eisini at hugsa um orkutørvin og umhvørvisviðurskftini í sambandi við verkætlanina. Tað er okkara skylda at vísa veruligan orku og umhvøvispolitikk í verki, heldur enn bert at tosa um at gera tað. Hendan stásiliga skúlaverkætlanin uppá 17 túsund fermetrar hevur nú møguleika at gerast ein varði í føroyskum orku- og umhvørvispolitikki, sigur John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi.
Tí er tað, at tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum sum skjótast vil hava landsstýrið at taka stig til at knýta orku- og umhvørvisspurningin upp í hesa verkælanina, eins og aðrar verkætlanir í framtíðini.
- Við teimum alsamt hækkandi oljuprísunum, er tað eisini klókt út frá einum búskaparligum sjónarmiði, at skúlabygningurin og annars øll almenn bygging í framtíðini verður orkusparandi og enntá hitað upp við alternativum orkukeldum, sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum í tíðindaskrivi.