Løgtingið hevur endaliga samtykt lógaruppskotið um at byggja Miðnámsskúladepil í Marknagili. Sambært uppskotinum fer skúladepilin at kosta 391 milliónir krónur Undir 3.viðgerð samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá tinglimum úr fimm flokkum. Tinglimirnir søgdu seg ásanna, at uppskotið frá landsstýrinum er ov illa fyrireikað. Tí vildu tey hava, at uppskotið eisini skal fevna um, hvussu fíggjarkarmurin skal vera ár um ár, umframt at uppskotið skal taka atlit til varandi orku og orkusparing, og til umhvørvið og framtíðar skúlabygging í økinum. Eisini skulu atlit takast til, hvussu skúladepilin skal samskipast við aðrar verkætlanir, serliga Fróðskaparsetrið, og til listarliga prýðið.
Hetta uppskotið varð samtykt við 31 atkvøðum fyri. Við hesum broytingum varð lógaruppskotið um miðnámsskúladepil í Marknagili endaliga samtykt við 28 atkvøðum fyri og 4 ímóti.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í skúlamálum, fekk nógvar ákoyringar fyri, at hon ikki var hjástødd í løgtinginum, tá uppskotið um miðnámsskúladepilin var til 3.viðgerð. Kristina Háfoss er stødd í Wien, har hon skal lata upp eina føroyska listaframsýning: