Skúladepilin í Marknagili skal vera ein sonn perla

Stendur tað til bygginevndina fyri Marknagil, so verða børnini, sum nú ganga í 4. flokki í fólkaskúlanum, fyrstu næmingarnir í einum spildurnýggjum og stásiligan miðnámsskúla, sum eisini verður størsta byggiætlan nakrantíð í Føroyum

Í dag er Skúladepilin í Markanagili eitt lítið fet nærri veruleikanum enn í gjár, tá byggiskráin fyri Skúladepilin varð handað landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Helenu Dam á Neystabø, á lítlari samkomu í ráðnum í morgun.

Byggiskráin er útslit av arbeiðinum hjá einari ráðgevandi bygginevnd við umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar, Tekniska Skúla, Studentaskúlan og Handilsskúlan, umframt umboðum fyri Landsverk og ráðgevandi fyritøkuna Cowi.

Enn er onki ítøkiligt komið á pappír um, hvussu nýggi skúlin skal síggja út. Men tað er greitt, at skúlin skal vera ein byggislistarlig perla, sum tekur útgangsstøði í landslagnum, útsýninum og ljósinum á staðnum, umframt at hann í síni tilevning skal vera kveikjandi og geva íblástur. Hetta sigur bygginevndin í skránni, sum í stóran mun tekur støði í pedagogiskum tonkum, ið sum kunnugt kunnu skifta rættiliga skjótt. Tí hevur fleksibilitetur eisini verið eitt av aðalmálunum hjá bygginevndini.

Byggiskráin er ein tørvs- og funktiónslýsing, sum eitt nú lýsir tørvin á klassahølum, verkstøðum, fakhølum og ítróttarfasilitetum. Eisini verður sagt, at skúladepilin er eitt stað, hvørs eyðkenni eru høgt fakligt støði, demokrati, kreativitetur, nýhugsan og námsfrøðilig menning.

Nýggi Skúladepilin í Marknagili skal vera ein umhvørvisvinarlig og fleksibul bygging á 19.000 fermetrar, sum kann hýsa 1.300 næmingum, har møguleiki skal vera fyri útbyggingum.

Eftir at Helena Dam á Neystabø hevði fingið alt tilfarið frá bygginevndini, segði hon, at tað nú verður hennara uppgáva sum byggiánari, vegna Løgtingið, at góðkenna byggiskránna og senda hana til teir fimm, sum eru valdir út at bjóða uppá at projektera uppgávuna. Sambært lógini um at byggja skúladepil í Marknagili skal landsstýriskvinnan, tá projekteringin er liðug, og støða er tikin til tilboðini, fara aftur í tingið, áðrenn farið verður undir at fremja ætlanina. Í hesum sambandi skal løgtingið verða kunnað um fíggjarkarmin uppá ár, atlit til orku, umhvørvi, byggilist og tørv.

- Tað skal vera mín vón, at henda skúlabygging kemur at gagna bæði útbúgvingarkipan og vinnulívi okkara, og verður til eydnu og signingar fyri alt Føroya Fólk, segði hon at enda.

Sambært verklagslógini er fíggjarkarmurin fyri skúladepilin 391 milliónir uttan innbúgv, og skal hann vera liðugur til brúk í 2014.