Skúladepilin í Marknagili er enn ov dýrur

- Í ringasta føri kann tað enda við, at tað verður gjørt bart og ætlanin at byggja skúladepilin í Marknagili, verður slept, so at vit kunnu byrja umaftur heilt av nýggjum, á berum botni.

Tað heldur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum

Hann heldur nevniliga, at enn er Skúladepilin í Marknagili ov dýrur!

Hann heldur, at skúladepilin hevur sett politisku skipanina í eina ógvuliga keðiliga støðu, sum í ringasta føri kann enda við, at ætlanin dettur niðurfyri og at ein heilt annar skúli verður bygdur.

- So mugu vit samstundis bara góðtaka, at vit hava brúkt 45 milliónir krónur upp á hendan skúlan til onga nyttu, sigur hann.

Bárður Nielsen staðfestir, at upprunaliga varð Skúladepilin mettur at kosta 391 milliónir, men tá ið avtornaði kostaði hann einar 550 milliónir.

- Tað kann politiska skipanin sjálvagt ikki góðtaka.

Nú er so skarvað av ætlanini, so at hann í løtuni kostar hann einar 460 milliónir.

- Tað eru 70 milliónir meiri enn kostnaðarmetingin sigur og peningur er játtaður til.

- Vit sleppa neyvan undan at góðtaka, at byggingin er dýrkað hesi fýra árini, síðani kostnaðarmetingin varð gjørd í 2008.

- Men kortini haldi eg, at skúlin er framvegin nakað væl dýrari enn tað, politiska skipanin eigur at lata um seg ganga, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini.

Tí skal skúlin verða bíligari at byggja, enn tær 460 milliónirnar, sum tað nú liggur í kortunum, at hann fer at kosta.

Hinvegin heldur hann, at nú eigur politiska skipanin at taka seg saman og taka eina støðu til, nógv, skúlin skal kosta og, hvussu hann skal síggja út – og so byggja hann.

Spurningurin er bara, hvussu stóra meirnýtslu, politiska skipanin vil góðtaka, ella um tað stóra stigið skal takast, so at hendan byggiætlanin verður slept, so at ein heilt annar skúli kann byggjast, sum passar til játtanina.

- Men tað er umráðandi at fara undir skúlan nú, men tað skal kortini onki gerast, fyrrenn full trygd fæst fyri, at byggisniðið og byggihátturin hóska til føroysk viðurskifti og at tann endaliga kostnaðarmetingin, politiska skipanin finnur semju um, fer at halda, sigur Bárður Nielsen.

Annars hevur verið frammi, at Tórshavnar kommuna er sinnað at vera við í byggingini og tað er eitt tilboð, formaðurin í Fíggjarnevndini tekur væl ímóti.

- Tað er sjálvsagt, at eitt samstarv verður við Tórshavnar Kommunu, so at hon kann brúka skúlan til ymisk endmál eftir vanliga skúlatíð, eitt nú til ítrótt, ella kvøldskúla, sigur hann.