Skúladepilin í Hovi kostar 85,9 milliónir

Nú nýggi miðnámsskúlin í Suðuroy eru liðugur, er greitt, at hann fer at kosta næstan 86 milliónir, men harafturat hongur ein rokning upp á átta milliónir í leysari luft

Tað hevur kostað 85,9 milliónir krónur at byggja nýggja skúladepilin í Suðuroy.

Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Í Løgtinginum fyrr í vikuni vildi Tórbjørn Jacobsen, løgtingmaður, hava at vita hvat skúlin kostar at byggja, nú hann er liðugur og verður tikin í nýtslu í allar nærmastu framtíð.

Upprunaliga skuldi nýggjur studentaskúli byggjast í Vági fyri 45 milliónir.

Men so varð skúlin fluttur til Hovs, har ein depil er bygdur, sum eisini skuldi umfata heilsuskúlan og upprunaliga skuldi tann skúlin kosta 60 milliónir.

Men síðani er ætlanin alsamt dýrkað.

Helena Dam á Neystabø segði, at enn eru ikki allar rokningar komnar inn, men sum tað sær út nú, fer feskasta kostnaðarmetingin upp á 85,9 milliónir, fer at halda.

Men landsstyriskvinnan staðfesti eisini, at umframt hetta, hongur ein rokning upp á átta milliónir í leysari luft sum byggifelagið heldur seg hava krav upp á afturat, men sum Landsverk ikki vil kennast við og kanska endar tað við sakarmáli.


Dýrkaður 100%

Tórbjørn Jacobsen sigur, at verður allur kostnaðurin tikin við, eisini grundstykkið, sum varð grivið út í Vági, eru slakar 96 milliónir brúktar upp á skúlan og tinglimurin hjá Tjóðveldinum átalar, at miðnámsskúlin í Suðuroy sostatt er blivin 51 milliónir krónur, ella yvir 100% dýrari enn ætlað.

Hinvegin er tað eisini greitt, at grundstykkið, sum varð ætlað til skúlan í Vági, er ikki farið fyri skeyti, tí nú skal tað ístaðin brúkast til ellis-og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik.

Tinglimir úr samgonguni hava ført fram, at orsøkin til, at skúlin kostar so nógv meiri enn upprunaliga ætlað, er, at projektið er víðkað til eisini at umfatað heilsuskúla, sum hevur húsast undir ússaligum viðurskiftum, so at tað nú eru tveir skúlar, sum eru bygdir í Hovi.