Skúladepilin

TíÐindaskriv

Heidi Petersen,
Framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins í skúlamálum
???????
Nú kjak hevur tikið seg upp um skúladep-ilin í Marknagili, vil eg gera vart við støðu Tjóðveldisfloksins í hesum málið.
Tjóðveldisflokkurin heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja uppskotið um miðnámsskúlan í Marknagili fyri tingið.
Tjóðveldisflokkurin byrjaði at arbeiða við tankunum um ein miðnámsdepil í Marknagili meðan flokkurin sat við mentamálum í seinastu samgongu. Hesir tankar eru nú myntaðir út í einum sera væl undirbygdum skitsuprojecti um ein minámsdepil í Marknagili. Okkara metan er at ein tílíkur miðnámsdepil í framtíðini vil gerðast tann platformurin sum øll tann føroyska miðnámsútbúgvingin kann fara at mennast útfrá.
Tað er ein sannroynd, at menningin í londunum kring okkum fer tann vegin, at felagsútbúgvingin hjá øllum borgarum í landinum varar longu og longur, og Tjóð-veldisflokkurin er av tí fatan, at jú breiðari vit fáa útbúgvið allan okkara ungdóm, jú betri møguleikar skapa vit fyri einum framkomnum samfelagið, ið er ført fyri at standa á egnum beinum.
Við hesum í huga, og vitnini um teimum umstøðum lærarar og næmingar á Studentaskúlanum í Hoydølum, Tekniska skúla og Føroya Hansilsskúla í Tórshavn arbeiða undir, er púra greitt, at farið eigur at verða undir miðnámsskúlan í Marknagili, ongatíð ov skjótt.
Eisini vil eg gera vart við at í langtíðarætlan Tjóðveldisfloksins liggur eisini ein ætlan um byggingina av Fiskivinnuskúlan-um í Vestmanna, Lista- og tónleikaskúla í Sandoynni og einum miðnámsskúla í Vág-oynni, sum hevur ferðavinnu sum høvuðsgrein.