Leggið fram verklagslóg um UNIKLAX.
Føroyum og Norðoyum tørva íløgur í bókliga og andaliga undirstøðukervið - fleiri útbúgvingar, fleiri vællønt størv og meira framburð í útjaðaranum.
Norðoya Sjálvstýrisfelag ásannar, at stórur tørvur er á menning av samferðslukervinum Norður um Fjall. Soleiðis hevur Norðoya Sjálvstýrisfelag síðani miðskeiðis í 70'unum mælt til at bora nýggjan tunnil norð um fjall. Undirtøkan fyri hesum hevur tó verið sera lítil, til nú loksins løgtingsumboðini í norðurøkinum aftur sóu botnin í landskassanum.
Vit staðfesta tíverri, at neyðugu ábøturnar á Viðareiðisvegin aftur eru forsømdar.
Norðoya Sjálvstýrisfelag fegnast um, at sjófólk, verkafólk og fiskivinna hava verið búskaparliga álit okkara. Vit undrast tó á, at tey skaptu virðini hvørki koma vinnuni, landinum ella norðurøkinum til góðar, tí vit enn ikki hava nøktandi útbúgvingar fyri sjóvinnu,?útgerðarvirksemi og atknýttar vinnur.
Hvørja ferð íløgur verða gjørdar, forsøma vit útbúgvingarkervið - og serliga forsøma vit, at tryggja øllum landinum lut í menningini. Tá ið vit loksins gera íløgur í skúlaverkið, røkka ambisjónir og visjónir ikki longur enn til miðnámsskúlar í Havn. Serliga fyri Norðoyggjar er vónbrótandi at síggja, at meðan Miðøkið aftur fær ein stóran skúladepil við 100-tals føstum arbeiðsplássum fyri útbúgvin fólk, so fáa Norðoyggjar - kanska - tveir paralellar tunnlar og nøkur fá skrivstovuarbeiðspláss at umsita heilsutrygd.
Norðoya Sjálvstýrisfelag staðfestir, at gongdin higartil í inntøku- og bústaðarmynstri er ræðandi. Fólkatalið í høvuðsbýnum her norði er í dag minni enn fyri 25 árum síðani. Undirsjóartunnil er ikki nóg mikið, vit mugu eisini hava størv og ungdóm her norði, skal vøkstur heldur enn stagnasjón verða úrslitið.
Norðoya Sjálvstýrisfelag er errið av, at kommunan við varaborgarstjóra okkara í oddanum hevur fingið javnvág á fíggjarætlanina. Men vit mugu ikki gloyma, at landið hevur millum 800 og 1.000 milliónir í undirskoti, sum fyri stóran part fara at stimulera búskapin í Miðøkinum.
Vit fegnast um kokkaskúla, sjómansskúla og tekniska skúla, sum allir virka saman við vinnuni - vinna og skúli eru fortreytir hvør fyri øðrum.
Men nú er tímin komin at økja virksemið 'Norðan (Leirvíks)Fjørð' munandi! Vit mæla til íløgu, sum skal skapa arbeiðspláss- undir bygging, sum skal varveita og savna ungdóm í Norðoyggjum, sum skal geva støðug vællønt størv, sum skal geva vinnuni førleikament fólk og sum skal vera tann drívmegin, ið sum fráliður kann gjalda fyri neyðugar íløgur, sum betran av samferðslukervinum.
Norðoya Sjálvstýrisfelag staðfestir, at Føroya Løgting hevur samtykt verklagslóg fyri Norðoyggjar upp á 252 milliónir krónur – sum mundi verið 316 milliónir krónur. Samstundis sigur samgonguskjalið, at maritimar útbúgvingar skulu savnast og styrkjast. Felagið fegnast um, at tingmanning longu hevur boðað frá, at Vinnuháskúlin skal flytast til fiskivinnuhøvuðsstað okkara.
Tí heitir felagið á tingmanning sína um at leggja fram uppskot um, at samtykta upphæddin fer til Skúladepil í Norðoyggjum - Universitets- Miðnáms- og Førleikaskúladepil í Klaksvík, styttur UNIKLAX, umframt neyðugar bráðfeingis ábøtur á virðareiðisvegin.
Rætta tunnilsloysnin norð um Fjall má koma, tað vita allir føroyingar, men vit mugu ikki leypa norðøkið um í skúlamenningini, tí má projektering halda fram av tunnlum, men mest átrokandi samtyktin er at staðfesta Klaksvík sum skúlabý og síðani taka ferðsluna frá røttum enda av: fyrst viðareiðisvegin, so mest hóskandi tunnilsloysnina.
Norðoya Sjálvstýrisfelag vil við hesum aftur seta framburð ígjøgnum førleikamenning í hásætið í tí økinum, sum hýsti fyrsta háskúlan og sum náttúrliga fer at hýsa føroyska altjóða vinnu-universitetinum.
Norðoya Sjálvstýrisfelag · Postsmoga 107 · 700 Klaksvík · Tlf 45 50 14 # 215421










