Skúladepil hóttir samgongu

Politisk ósemja er um byggingina av skúladepli í Marknagili. Fólkaflokkurin vil hava byggingina at byrja sum skjótast, og hetta kann merkja, at Fólkaflokkurin atkvøður fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. Hesum kann Høgni Hoydal als ikki góðtaka

POLITIKKUR

Eftir nógva rokið og drúgvu ósemjurnar fór samgongan í arbeiðsklæðini. Áðrenn arbeiðsmenninir sleppa undir at byggja nýggjan skúladepil í Marknagili, má samgongan arbeiða seg út av einari innanhýsis ósemju.
Støðan er tann, at semja er um at byggja nýggjar miðnámsskúlar og nýggjar tekniskar skúlar ? bæði í Havn, Suðuroy og í Klaksvík. Eisini skal ein listaskúla byggjast í Sandoynni.
Hesum eru øll fyri so vítt samd um ? eisini samgongan. Men spurningurin er nú, hvussu hetta skal gerast.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, hevur eina ætlan um at gera ein skúladepil í Marknagili og gera hinar skúlarnir komandi árini í byggistigum. Samlaði kostnaðurin fyri hetta verður eftir ætlan 380 mió. kr.
?Vit hava so øgiliga leingi arbeitt við skúlabygging. Vit hava avgjørt at raðfesta skúlabygging, eldraøkið og sjúkrahúsini, eftir at hava nýtt størru íløgurnar til samferðslu, sigur Høgni Hoydal.
Tað er serliga skúladepilin í Marknagili, sum er størsta orsøkin til politiskt høvuðbrýggj í hesum døgum.
Høgni Hoydal ætlar sær at seta eina bygginevnd í næstum at taka støðu til eitt endaligt realistiskt prosjekt, tí fleiri uppskot eru gjørd seinnu árini.
Skúladepilin skal hýsa bæði Handilsskúla, Tekniska skúla og Stundaskúla. Sambært ætlanin hjá Mentamálaráðnum skal byggjast soleiðis, at serstovur skulu kunna takast í nýtslu so hvørt, og tær fyrstu skulu verða lidnir í 2005/2006.

Sambandsuppskot
Sambandsflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, har Tekniski Skúlin og Handilsskúlin taka eitt lán til byggingina, sum landskassin veðheldur fyri.
Og hesum uppskotinum er Fólkaflokkurin væl møguliga sinnaður at atkvøða fyri.
Hetta upplýsir formaðurin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, Óli Breckmann.
?Vit mugu ikki lata Tekniska skúla druknað í stóru ætlanunum, men heldur lata hann vera byrjanin til samlaðu ætlanirnar saman við Handilsskúlanum, sigur Òli Breckmann.
Fólkaflokkurin krevur, at farast skal undir at gera Tekniska skúla og Handilsskúla skjótast gjørligt.
?Vit hava bíða nóg leingi, og nú mugu vit gera nakað við tørvin, sigur Òli Breckmann.
Hann er ikki so nógv fyri stóru ætlanunum fyri 380 milliónir sum útgangspunkt.
?Fara vit fyrst eftir tí stóra, so kunnu vit enda við ikki at fáa alt. Velja vit heldur at fara ígongd viðTekniska skúla og Handilsskúla, so eru vit komin ígongd og kunnu gera hitt afturat, sigur Óli Breckmann.
Høgni Hoydal heldur uppskotið hjá Sambandsflokkinum vera púrasta burturvið. Og hann leggur eina við, at tað als ikki kann góðtakast, at partar av samgonguni atkvøða fyri hesum.
?Velja vit at taka eitt lán upp á 87 milliónir, so vilja rentuútreiðslurnar kosta næstan tað sama , og hetta er púra skeivt. Eg fati ikki, at mann leggur eitt tílíkt uppskot fram, sum er so ógjøgnumhugsað, sigur Høgni Hoydal.
Málið um veðhalda fyri lánum til Tekniska skúla og Handilsskúla liggur í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.
Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur heitt á Edmund Joensen, løgtingsformann, um at fáa málið úr nevnd og til aðru viðgerð.
Edmund Joensen sigur, at Løgtingið nú skal atkvøða um, hvørt málið skal til aðru viðgerð. Verður meiriluti fyri tí, so verður tað viðgjørt við aðru viðgerð og atkvøðugreiðslu, men fær tað ikki meiriluta, so verður uppskotið koyrt aftur í nevnd.