Skúlabyrjan við kirkjugongd

Danmark: Fyrr í mánaðinum byrjaðu skúlarnir aftur – summi fóru beint í skúla, meðan onnur byrjaðu skúlaárið í kirkjuni. Hetta hendi í Hundige Kirke har børnini í 0. flokki og foreldur teirra fóru í kirkju seinasta sunnudagin til eina gudstænastu, sum skal markera yvirgongdina frá barnagarði til skúla. Slíkar gudstænastur eru ein nýskapan, men dult verður kortini ikki fyri at hetta hugskotið kann fara víða um landið.