Í dag eru 267 næmingar á skúlanum, og tað eru átta færri enn fyri summarfrítíðina.
Okkurt er broytt í tímatalvuni á skúlanum. Tímatalvan er nú býtt í blokkar, hvør á 90 minuttir. Tað hevur við sær, at tímatalvurnar nú eru galdandi í tvær vikur í mun til eina, sum var vanligt,
Annanhvønn fríggjadag er eitt hol, tá allur skúlin hevur frí. Ætlanin er, at hesin blokkur skal nýtast at betra um tað sosiala á skúlanum og til gestir uttanífrá.
Skúlin hevur skipað eina holnevnd, og hon skal, í samstarvið við næmingunum, skipa fyri, hvat skal henda í holinum.