Skúlabyrjan: eisini ein avbjóðing fyri foreldur

Tað eru nógv, sum kann gerast heima fyri at stuðla barninum, sum byrjar í 1. flokki

Ein væleydnað skúlabyrjan er tengd at góðum samstarvi millum skúlan og heimið, og tað er umráðandi, at foreldur gera sítt til, at barnið fer at trívast, heldur Marianna Skarðenni Poulsen, lærari og lesivegleiðari.

 

 

 Nú summarfrítíðin er liðug og sjøtul er settur á eitt nýtt skúlaár, eru tað 716 børn í Føroyum, sum byrja í 1. flokki. Bæði børnini og foreldur teirra skulu laga seg eftir nýggja gerandisdegnum og avbjóðingunum, sum fylgja við.

 

 

Tað er stór broyting frá barnagarði til skúla, og hóast barnið skal í skúla og læra nýggju mannagongdirnar uttan mammu og pápa sín, so er ein væleydnað skúlabyrjan tengd at góðum samstarvi millum skúlan og heimið, og tað er umráðandi, at foreldur gera sítt til, at barnið fer at trívast, heldur Marianna Skarðenni Poulsen. 

 


Tað er ymiskt, hvussu tey á leið sjey ára gomlu børnini, sum byrja í fyrsta flokki eru fyri. Marianna Skarðenni Poulsen greiðir frá, at tað er ideelt, at børnini duga at bíða eftir tørni, tá tey fara í skúla, tí tað er ógjørligt hjá einum lærara at svara einum heilum flokki í senn, tá tey hava eitthvørt, sum tey vilja siga. Tó, so má barnið eisini vita, at hóast tað onkuntíð má bíða, so skal tað ikki halda seg aftur, tí samskifti er partur av skúlalívinum. Eisini er umráðandi, at barnið dugur at lurta, og lurtar eftir lærara og floksfeløgum sínum og ikki bert eftir sær sjálvum. Eisini má barnið læra, hvussu tosað verður inni í eini skúlastovu í mun til, hvussu tosað verður aðrastaðni í skúlanum. Hetta kallar Marianna Skarðenni Poulsen at tosa í rættari tónalegu.

 

 

- Lærarin brúkar nógva tíð fyrsta árið at minna børnini á, at tey nú mugu tosa spakuliga, lurta, ella hugsavna seg. Hetta við, at tey tosa spakuliga við ein, sum situr við síðuna av, og at tey kunnu tosa harðari í forkorterinum er nakað, sum tey mugu læra. Tað læra tey í skúlanum, men foreldrini kunnu stuðla hesum, og byrja at læra tey hetta heima eisini, sigur hon.

 

 

Ein onnur avbjóðing hjá nógvum børnum, sum koma úr barnagarði í skúla er at skula sita niðri í longri tíð.

 

 

- Tað kann verða ein stór broyting hjá barninum, at nú skal tað sita, tá vit hava tíma og bert renna, tá tað er fríkorter. Tá barnið reisir seg upp, tá tað ætlar sær, órógvar tað undirvísingina, men tað er eisini nakað, sum barnið skal læra, sigur hon.

 

 

Tað er serliga tað fyrsta hálva árið, sum verður brúkt til at rætta inn, og at læra barnið at ganga í skúla.

 

 

- Hóast man ofta sigur, at man skal gera skúlan fyri barnið og ikki barnið fyri skúlan, so má havast í huga, at skúlin er ein læristovnur, har vit hugsavna okkum í longri tíð, hóast man, sum skúlalógin eisini sigur, roynir at møta barninum har tað er, sigur hon.

 

 

Les meir um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum í fríggjamorgunin