Í dag og í morgin setta tey skúlabørn í fokus í SMS. Fyrilestrar um at lesa fyri børnum og undirhald við Meylu eru á skránni.
Í Rit og Rák fara Bjørghild Djurhuus og Gitte Klein hava fyrilestur fríggjadagin klokkan 16.30. Gitte sigur frá um týdningin at lesa fyri børnum og Bjørghild sigur frá um broytingarnar hjá barninum, um at byrja í 1. flokki.
Fríggjadagin og leygardagin er stórt tiltak í Torginum í SMS fyri øll skúlabørn. Tey, ið júst eru byrjað í 1. flokki, fía ein gávuposa við ymiskum gávulutum, sum eru góðir at hava til skúlabyrjanina. Í posanum er mateskja, góð matpakkahugskot, tímatalva, roknitalva, vinabókin »Vinir mínir« og nógv annað.
Skráin fríggjadag
15.00 - 19.00
Lesikrókur við barnabókum, børnini fía skúlamjólk, súrepli og ballón ókeypis.
15.00 - 18.00
Klávus og Louie hitta børnini í SMS.
15.00, 16.00, 17.00 og 18.00
Byrjunarpakkarnir til børn, sum ganga í 1. flokki, verða latnir.
15.30
Matpakkakapping: Tilmelding er á Torginum og vinningurin er gávukort frí SMS í 200 kr.
16.00
Live talkshow: Meyla spyr Einu Gudmundsen, barnatannrøktaran, um tannrøkt.
16.30
Fyrilestur í Rit & Rák fyri foreldur: Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, og Gitte Klein, lærari, greiða frí, um týdningin at lesa fyri børnum, og um broytingarnar hjá barninum, tí tað byrjar í 1. flokki.
16.30
Meyla hjálpir Beintu við Stein, lærara, at undirvísa børnum í SMS.Tær fara at rokna, spæla spøl í talvuni og lesa søgur fyri børnunum.
17.00
Live talkshow: Meyla spyr Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðing, um hvussu tað er at ganga í skúla.
17.30
Meyla lesur søgu fyri børnunum í lesikrókinum í Torginum.
18