Málgangið fyri heim og skúla er nú aftur sent í heimini í Føroyum. Eitt, sum hevur nógv pláss inni í blaðnum, er skúlastýrisvalini. Hesi valini standa fyri durum, og eftir ætlan verða tey hildin í mei mánaði.
Skúlastýrini verða soleiðis mannað, at trý foreldraumboð verða vald triðja hvørt ár, tvey kommunustýrisumboð verða vald fjórða hvørt ár, eitt starvsfólkaumboð verður valt á hvørjum ári og skúlaleiðarin situr eisini í stýrinum.
Hetta við skúlastýrunum er ein nýggj lóg, sum Løgtingið hevur samtykt og sett í gildi. Skúlastýrini eru sett ístaðin fyri skúlaráðini, sum borgararnir fyrr valdu.
Annars er at siga um Skúlablaðið, at tað hevur onkrar áhugaverdar greinar, men tað er keðiligt, at eingir litir eru í blaðnum. Tað hevði vakt áhugan hjá fólki enn meira.