Kanning
Fiskirannsóknarstovan hevur leigað flakatrolaran Skálaberg til eina felags kanning, sum Føroyar, Ísland, Noreg, Rusland og ES eru saman um. Hetta er ein kanning, har eitt sonevnt vísindaligt ekkolodd verður stilla inn, so tað vísir rætt, sum tað verður rópt.
Reiðaríið hjá Skálabergi hevur útvegað sær nýggja ekkolodsútgerð, har alt data, sum ekkoloddið kemur fram á, verður skjalfest og skrásett á teldu. Sum skilst, er henda útgerð á leið hin sama, sum eitt nú svartkjafta-og sildaskipini brúka.
Hetta er fyrstu ferð, at Fiskirannsóknarstovan hevur leigað føroyskt fiskiskip til eina millumtjóða kanning av hesum slagi.
Noreg og Rusland luttaka eisini í kanningini við skipum, ið hava somu útgerð sum Skálaberg. Norska skipið er flakatrolaran Atlantic Star, sum fleiri føroyingar eru við. Norðmenn, sum skulu gera sínar kanningar longst norðuri, eru longu farnir, russar gera sínar royndir í miðjuni og loysa skjótt, meðan Skálaberg, sum verður sunnastur, loysir ætlandi eisini í dag.
Øll trý skipini hava eina farleið, sum tey skulu fylgja, meðan royndirnar verða gjørdar.
Íslendskur styrkur
Í tíðarskeiðinum, sum royndirnar við Skálabergi fevna um, fer skipið at royna eftir kongafiski.
Royndirnar við nýggju útgerðini vara ætlandi í einar 14 dagar, og tá hesar eru lidnar, fara fólkini, sum við eru fyri Fiskirannsóknarstovuna og íslendska Havgranskingarstovnin, til lands aftur við øðrum skipi, samstundis sum Skálaberg fer nýggjan túr.
Við Skálabergi verður eitt nú Fróði Skúvadal, fiskifrøðingur, sum er við fyri Fiskirannsóknarstovuna og ein íslendingur, ið starvast hjá íslendska Havgranskingarstovninum, sum er serfrøðingur í aukustikki.
Mourits M. Joensen, sum eisini starvast á Fiskirannsóknarstovuni, verður eisini við á kanningarferðini, og hann fer at taka stakroyndir úr fiski, sum veiddur verður undir kanningunum.
ES hevur eisini møguleikan at verða aktivt við, men luttekur ikki við skipi ella manning.
Alt skrásetast
Leon Smith á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at nýggja ekkolodsútgerðin er eitt viðurkent mátitól, sum við røttum stillingum skrásetir data, sum eisini kann brúkast í stovnsmetingum og vísindaligum kanningum annars.
- Vit fegnast um, at hetta millumtjóða samstarv eisini gongur um vinnuna, tí tað hevur stóran týdning, at vinnan er partur av okkara skrásetingar-og skjalaarbeiði.
Hann vísir á, at nýggja útgerðin skrásetir bæði nøgd av fiski og knattastøðu.
- Sjálvandi sær ekkoloddið ikki sjálvt, hvat slag av fiski talan er um, men tá verður trolið skotið, og tóvið vísir, hvør fiskurin er, sum sæst á loddinum, sigur Leon Smith.
Skrásetir tonsatal
Fróði Skúvadal, fiskifrøðingur, sigur, at tá ið tóvað verður, har ekkoloddið hevur staðfest skrivt, fæst ein meting av, hvussu nógvur fiskur er undir skipinum, og tá “umroknar” nýggja útgerðin tað, hon skrásetir, til tons.
- Ekkóið, sum ekkoloddið skrásetir, sigur okkum nakað um støddina á fiskinum, og her er tað soleiðis, at nógv luft í summmaganum á fiskinum, sum er undir, gevur meira ljóð á ekkoloddinum, sum fiskifrøðingurin tekur til.










