Hóast Skálaberg sambært reiðarínum ikki hevur fiskað ólógliga, so er skipið tikið til Murmansk av russum Hanus Hansen, reiðari, váttar, at Skálaberg er tikin av russum og nú liggur í Murmansk.
- Skipið liggur í Murmansk. Orsøkin er ein miskiljing hjá russum, tí Skálaberg hevur fiskað av kvotuni hjá Sundabergi, sigur Hanus Hansen við Rás2
Sundaberg varð seldur í vár, og Skálaberg siglur í løtuni seinasta túrin undir føroyskum flaggi.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt trupulleikar av russum, og eg dugi enn ikki at siga, nær skipið kann loysa aftur, sigur Hanus Hansen.










