Um middagsleitið mikudagin, fór Skálaberg at sigla heim við 650 tonsum av toski.
Umframt nakað av rundfrystum fiski og vanligum flaki, hava teir eisini framleitt smáar portiónir á 200 gramm.
Skálaberg fór avstað 2. septembur, við eru um 40 mans. Skipari henda túrin er Róðin Biskopstøð.
Væntandi verður farið avstað aftur 25. novembur. Skipari komandi túr verður Ólavur Biskopstøð.