Skálaberg setir met

Flakatrolarin Skálaberg landaði 1.000 tons av kongafiski á Havnarfjørðinum í Íslandi. Tað er størsta botnfiskalast, sum er komin upp á land har.
Arbeiðið at landa Skálaberg byrjaði í fríggjadagin, og tað fer at taka fýra dagar at fáa øll tey umleið 1.000 tons upp úr lastini, skrivar íslendska heimasíðan skip.is.
Hjá Eimskipum á Havnarfjørðinum siga tey, at veiðan hjá Skálabergi fyllir 43 ella 44 av teimum størstu frystibingjunum.
Meginparturin av lastini er avhøvdaður kongafiskur til asiatiska marknaðin, men nakað er flak.