Talan er um eina sera góða avtalu, tí í henni er ásettur ein fastur kiloprísur fyri vøruna hjá Skálaberg, og hesin liggur væl oman fyri marknaðarprísin á flaki.
Liðugtviðgjørdar í Grimsby
Herfyri var Skálaberg í Grimsby við teimum fyrstu 50 tonsunum av lidnum portiónum. Í Grimsby tekur tann í Føroyum so kenda fiskaframleiðslufyritøkan Coldwater ímóti vøruni. Portiónirnar verða tiðnaðar upp, áðrenn tær síðani verða liðugtviðgjørdar, so at tær eru klárar at senda í tær mongu sølubúðirnar hjá Marks & Spencer sum fesk vøra. Væntandi verða tær fyrstu av hesum í sølubúðunum um miðjan oktobur mánaða.
Sum áðurnevnt er avtalan einans galdandi í eitt hálvt ár, men hjá JFK Trol hava tey góðar vónir um, at avtalan verður longd, tá ið hetta hálva árið er farið aftur um bak. Fyrsta hálva árið, ið Skálaberg var til fiskiskaps, fiskaði flakatrolarin góð 1400 tons. Verður veiðan hjá Skálaberg á leið tann sama næsta hálva árið, er avtalan við Marks & Spencer sostatt galdandi fyri umleið ein fjórðing av samlaðu veiðuni hjá flakatrolaranum.