Fult av fólki var á bryhggjuni í Norðhavnini í Klaksvík, tá ið Skálaberg legði at klokkan hálvgum tólv. Alt má hava verið ein misskiljing, tí Skálaberg slapp úr Murmansk uttan at gjalda bót ella veita trygd, sigur reiðarin Hanus Hansen.
Júst sum Skálaberg var komin innum og snaraði norður móti Norðhavnini, fóru allir bilarnir á bryggjuni at ýla, og Skálaberg svaraði aftur. Meðan skipið legði at, varð nógv fýrverk sent upp fyri at heilsa monnunum og skipinum vælkomnum.
Fyrst fóru tollarnir umborð, og so tustu fólk upp eftir landgongini.
Eingin verulig móttøka var, men skipið fekk blómur frá Klaksvíkar kommunu, og í messuni var okkurt gott til gestirnar. Tað var ikki so long løta, tí menninir vildu sum skjótast sleppa heim.