Skálaberg aftur í rættin í morgin

Málið um Skálaberg verður ikki loyst í dag. Tað váttar Hanus Hansen, stjóri í JFK. Rættarmálið við Skálaberg hevur verið fyri rættinum í dag stutt áðrenn klokkan 3, men rættarmálið varð niðurlagt fyri dagin.

Rættarmálið verður tikið uppaftur í morgin klokkan 9 lokala tíð, tað er klokkan 6 á morgni føroyska tíð.

Skálaberg hevur nú ligið á reduni í Murmansk í góðan mánað, uttan at nakað sum helst er hent. Fleiri ferðir hava russar lovað at koma við sektaruppskoti, men hesi lyfti eru hvørja ferð brotin. Síðan fekst at vita, at málið skuldi fyri rættin, og hartil er málið so komið í dag, men sum sagt varð málið niðurlagt eftir ein stuttan rættarfund.

Stórur partur av manningini kom heim leygarkvøldið, og eru nú 12 mans eftir umborð á Skálaberg.