Skúlabørnini bíða eftir bussinum í 110 minuttir

Kvívíkar kommuna hevur framt stóra sparing við at siga upp sáttmála um skúlabarnakoyringina. Nú koyra skúlanæmingar, sum ganga í framhaldsdeildini í Vestmestmanna, við Bygdaleiðum ístaðin. Tað er ein stórur trupulleiki, at ferðaætlanin hjá bussinum samsvarar ikki við undirvísingina, og tí bíða kvívíksbørn onkutíð í 110 minuttir fyri at sleppa heim.

Tað sigur Dánjal Petur Muller, sum er borgarstjóri í Kvívík.

Kommunan hevur tosað við skúlan í Vestmanna at geva kvívíksbørnum eitt tilboð í bíðitíðini, men higartil uttan stórvegis úrslit. Kommunan hevur eisini prátað við Strandferðsluna um at broyta ferðaætlanina. Tað er ikki so einfalt, tí koyringin hjá ymsu leiðunum skal passa saman.

Kvívíkar kommuna hevur fingið lagaligari avtalu við Vestmanna kommunu um gjaldið fyri at undirvísa børnunum í Vestmanna. Tað er bæði galdandi fyri børnini í framhaldsdeildini og teimum smáu á Válinum, sum ganga í barnagarði ella í skúla í Vestmanna. Gjaldið er lækkað úr umleið 19.000 krónum og niður í 16.200 krónur fyri barnið.