Skúlabørn skrivast inn

Tey børn, sum skulu í skúla í Tórshavnar kommunu í heyst, skulu nú skrivast inn Tórshavnar Kommuna hevur boðað frá, at innskrivingin til komandi skúlaár verður 29. og 30. januar millum klokkan 15 og 18.

Her verða tey skrivað upp at sleppa í tann skúlan, sum tey ynskja ella búgva næst við.

Tað kann tó henda, um tað ikki er pláss í tí skúlanum, tey helst vilja sleppa í, at tey verða flutt í annan skúla at ganga. Tá felagsinnskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð um, hvar barn teirra fer at ganga í skúla. Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð.

Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er.