Skúlabørn úr Nr. Nissum á spennandi Føroyavitjan

Mánadagin kom 6. flokkur úr Nr. Nissumskúla í Norðurjútlandi á vitjan í Føroyum. Hetta hendir góða viku eftir, at 6.b á Venjingarskúlanum varð á vitjan í Nr.Nissum. Skráin fyri vitjanini hjá donsku børnunum er bæði spennandi og fjølbroytt.

Tað var tann tíð, tá skúlabarnaferðir vóru gerandiskostur her á landi - oftast vóru tað føroyskir skúlanæmingar, sum vitjaðu danskar skúlaflokkar. Og mong eru tey, sum í dag eru tilkomin, ið hava góð minni frá hesum skúlabarnaferðunum. Ja, fyri nøkur teirra bleiv talan um eitt vinarlag og kennskap fyri lívið.

Men eisini í dag er tað so, at føroyskir skúlanæmingar fara til Danmarkar og síðani sjálvir fáa vitjan av donsku skúlanæmingunum teir hava búð hjá og verið saman við.

Tað eru 6b á Venjingarskúlanum og 6. flokkur á Nr. Nissumskúla í Lemvig kommunu í Norðurjútlandi eitt gott dømi um. Eftir at hava skrivað og samskiftað á e-mail í fleiri mánaðir varð so farið at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag og umsóknir vórðu sendar grunnum um stuðul til ferðina. Og úrslitið varð, at teir umleið 24 næmingarnir í 6b herfyri fóru við flogfari til Danmarkar. Leiðin gekk fyrst til Billund, síðani víðari norðureftir til Lemvig, har skúlanæmingar í Nr. Nissumskúla, foreldur og lærarar tóku ímóti. Vitjanin í Danmark var sera væleydnað, og kanska ikki minst tí at veðrið var so gott allar dagarnar. Hitin var upp í 20-25 stig flestu dagarnar. Undir vitjanini høvdu føroysku skúlabørnini høvi til at síggja og vitja ymisk pláss í Lemvig umframt at tað eisini varð farið til Århus, har m.a. Den gamle By og Tivoli vóru á skránni.


Donsku børnini til Føroya

Mánadagin kom so túrurin til 6. flokk á Nr. Nissumskúla. Eftir flúgvitúrin úr Billund hittust føroysku og donsku børnini úti á Frælsinum, har ?gensynets glæde? var stór. Tá tey høvdu hálsfevnt hvør annan varð farið heim til føroysku børnini.

Eins og í Danmark varð eisini gjørd ein áhugaverd og fjølbroytt skrá fyri vitjanina. Fyrrapartin týsdagin gekk leiðin út á Frímerkjadeildina, har bæði donsku og føroysku skúlabørnini sluppu at síggja, hvussu fólkini arbeiða við eini av teimum mest týðandi føroysku útflutningsvørunum aftaná fisk, nevniliga tey sera vøkru føroysku frímerkini. Tey fingu so eisini við sær frímerki og tilfar um frímerkini. Og her eigur Frímerkjadeildin rós uppiborið. Tey hava greitt úr hondum eitt órúliga vakurt og upplýsandi tilfar um frímerkju okkara, og harvið eisini um mentan og søgu okkara.

Seinnapartin varð farið við Rituni til Nólsoyar at vitja fuglastapparin í oynni, sum múlabant børnini við síni áhugaverdu frágreiðing um mongu føroysku fuglarnar. Og eingin sjóferð uttan at koyra dorgina út. Hóast oysandi regn allan dagin, so varð hetta kortini ein stór uppliving fyri donsku skúlabørnini.

Og soleiðis verður hildið fram alla vikuna. Mikudagin varð vitjað í Eysturoynni, og tá var bakandi sól. Leiðin gekk til Tjørnuvíkar, Eiðis, Gjáar og Gøtu. Hósdagin varð vitjað á Fómís og á Sosialinum á Argjum.

Í dag eru løgtingið, Tinganes og Skansin á skránni umframt túrur undir Vestmannabjørgini og víðari til Pollin í Saksun. Men eingin Føroyavitjan uttan eisini at leggja leiðina til Kirkjubøar.

Leygardagin verður farið til gongu um reynið til Kirkjubøar, har børnini verða víst runt. Men stóra ynski teirra at hitta og síggja Trónda Patursson kundi ikki koma við á skránna á hesum sinni. Heimskendi listarmaðurin er nevniliga á ferð í útlandinum.

Hetta er tíðin, tá sendiharrar og ráðharrar vitja í Føroyum. Slíkar vitjanir fáa oftani drúgva umtalu í fjølmiðlunum. Men vit eiga ikki at undirmeta týdningin av skúlabarnavitjanum sum hesi. Tær hava í mongum førum uppiborið eins góða umrøðu.

Sum eisini sæst á skránni er ein skúlabarnavitjan sum henda bæði til gaman og álvara. Endamálið við slíkum floksskifti millum lond er m.a. at fremja norðurlendska medvitið. Vit hava øll ein felags arv, sum m.a. sæst aftur í norðurlendskum samstarvi. Annars er endamálið við slíkum ferðum eisini at skilja mótsetningar og líkheitir millum føroyingar og danir, at betra um málkunnleikan hjá næmingunum og at venja næmingarnar í brúki av kunningartøki. Í hesum sambandi hava næmingarnir, áðrenn umbýti fór fram, havt høvi at samskifta um internetið. Ætlanin við slíkum ferðum er so haraftrat, at lærarar á skúlunum, bæði í Danmark og Føroyum, skulu kunna næmingarnar um serstøk mentunarlig, geografisk og vinnulig viðurskifti, møguliga í sambandi við eina evnisviku.

Vónandi hevur hetta eins og onnur skúlabarnaumbýti verið við til at menna forstáilsi millum skúlabørn í Føroyum og Danmark - fyri hvørjum øðrum og fyri báðum londunum.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.


Dómararnir ímóti Toda?

Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.

Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.

- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.

Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.

Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.


Greið mál fyri framtíðina

At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.

- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.

Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.

Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.


Halda fast um gongdina

Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.

- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.

Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.

Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?

- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.

Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.

Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.