Skúlabørn í deyðsfellu á Velbastað

Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn eitt barn liggur undir einum av mongu bilunum, sum við 80 km/t. strúka framvið smáu skúlabørnunum, sum skulu yvirum vegin á veg í frítíðarskúla á Velbastað

Stórur var fagnaðurin, tá ið nýggi barnagarðurin og frítíðarskúlin á Velbastað varð tikin í nýtslu fyri góðum ári síðani. Men við nýggja stovninum kom eisini ein nýggjur trupulleiki. Tí vegurin framvið stovninum er framvegis skeltaður sum landsvegur, har loyvt er at koyra 80 km/t. Við nógva byggivirkseminum í bygdini er ferðslan bæði tung og vandamikil, samstundis sum sýnið hjá smáu skúlabørnunum er út av lagi vánaligt. Í roynd og veru er als onki sýni í svinginum har børnini skulu yvirum. Ikki bara á veg í og úr frítíðarskúla, men eisini í frítíðini, tá tey hittast á spæliplássinum.

Foreldrini í bygdunum báðum, Velbastað og Kirkjubø, hava stóran ampa á sær, tá børnini ganga niðan, og hava fleiri ferðir gjørt myndugleikunum vart við trupulleikan.


Málið strandað

Staðbundna nevndin fyri Velbastað og Kirkjubø hevur gjørt vart við trupulleikan seinastu trý árini.

- Fýra ferðir árliga hava vit fund við umboð fyri kommuna. Hvørja ferð, málið hevur verið fyri, hava vit møtt stórari vælvild, men kortini hendir onki, sigur Brynhild Høgnadóttir, óttafull mamma og limur í staðbundnu nevndini.

Seinast nevndin var á fundi við býráðið var í november í fjør, og tá vóru boðini, at arbeiðið verður sett á eitt ráðfestingaryvirlit hjá kommununi.

- Men vit vita ikki, nær vit kunnu rokna við, at nakað hendir. Og tað er snøgt sagt ikki nøktandi fyri okkum, tí vit hava stóran ampa av at lata børnini ganga niðan í stovnin, sigur Brynhild Høgnadóttir. Hon greiðir frá, at ómetaliga nógv ferðsla er eftir vegnum, bæði við persónbilum, men eisini við stórum lastbilum.

- Her er nógv byggivirksemi. Bara beint nú verður vegur gjørdur til 30 hús, sum skjótt skulu planerast. So tú kanst ætla, at her koyra nógvir lastbilar til og frá allan dagin, sigur Brynhild.


Óskil á skeltunum

Staðbundna nevndin hevur fleiri ferðir biðið umsitingina í kommununi um at flyta markið millum bygt og óbygt øki, so stovnurin kemur at liggja í bygdum øki. Soleiðis hevði hann eisini verið fevndur av avmarkingina á 30 km/t., sum er galdandi í restini av bygdini.

- Sum nú er, er onki skil á skeltingini, sigur Brynhild. Og hon greiðir frá, at bilar á veg til bygdina fyrst koma fram á eitt skelti, sum ávarar um skúlabørn. Hetta er framvegis úti á landsvegnum. Einar 20 metrar longri frammi stendur so bygdaskeltið, sum vísir bygt øki. Og uppaftur longri frammi er skelti, sum vísir, at mest loyvda ferð er 30 km/t.

- Hetta er tann øvuta verð. Tí sjálvandi áttu øll hesi skeltini at verið savnað eitt gott petti áðrenn stovnin. Harumframt ímynda vit okkum, at ein bunga við gonguteigi varð sett á vegin, sigur Brynhild Høgnadóttir, sum sostatt heldur, at tá ið hugsað verður um nógvu ferðsluna, við sethúsbygging, stórari vegagerð við nógvum tungum bilum allan dagin, og til og frákoyring við tveir barnaskúlar, so er púra óskiljandi, at einki verður gjørt.


Onki sýni

Skúlin á Velbastað liggur framvegis niðri í bygdini. Og frítíðarskúlin, har eini 25 børn hvønn dag ganga til og úr, liggur omanfyri bygdina. Tey ganga niðan eftir einari lítlari geil, og við endan á brøttu brekkuni, mugu tey út á vegin at standa, skulu tey yvirum. Og bilførarar, sum koma fúkandi um hornið, hava ongan møguleika at síggja, hvørki íbindingina ella børnini, tá tey traðka niðan á brattan. Og tað er júst hetta hornið, sum er ein stórur partur av trupulleikanum, tí samstundis sum ferðin er stór, er sýnið onki, hvørki hjá børnunum ella bilførarum.

- Og so skulu hesi smáu børnini eisini stríðast við eitt gamalt rulliportur. Summi fáa ikki portrið upp, og fara tí stetlandi eftir rørunum. Eg tori ikki at hugsa um, hvat hevði hent, sat eitt barn fast, tá ein av hesum stóru bilunum kom koyrandi, sigur Brynhild Høgnadóttir.


--


Myndatekstur:

Frítíðarskúlin, har eini 25 børn hvønn dag ganga til og úr, liggur omanfyri bygdina, har loyvt er at koyra 80 km/t. Í trý ár hevur staðbundna nevndin roynt at fáa kommununa at flyta bygdaskeltið


- Børnini skulu eisini stríðast við eitt gamalt rulliportur, og eg tori ikki at hugsa um, hvat hevði hent, sat eitt barn fast, tá ein av hesum stóru bilunum kom koyrandi, sigur Brynhild Høgnadóttir, mamma og nevndarlimur í staðbundnu nevndini á Velbastað