Skála vildi ikki sleppa bronsuni

Heimali_i_ á Mølini megna_i ikki at hótta gestirnar av Skála, sum í einki serliga sannførandi uppger_ vóru væl stinnari í fótbóltsspælinum

Um talan fer at gerast um klassikara, fer bara tí_in at vísa. Tá i_ Skála vitja_i á Ei_i, bóru karmarnir bo_ um toppuppger_. Ta_ man vera sjáldan, at ta_ hava veri_ so nógvir ásko_arar á Mølini, sum ta_ vóru leygardagin. Vi_haldsfólkini hjá bæ_i EB/Streymi og Skála vóna_u og rokna_u vi_ møguleikanum at teirra skuldu vinna fyrstu hei_ursmerkini nakrantí_.
Ta_ vóru gestirnir, sum vóru fegnast eftir tvær fer_ir tr_ korter. Skála vann 1-0. Máli_ skora_i landsli_sspælarin Jónhard Frederiksberg, tá i_ ein stórur hálvur tími var farin. Máli_ kom eftir besta álopi_ í allari uppger_ini. Á egnari hálvu spældi Skála úr høgru og tvørtur um til Alexandur Johansen, sum leg_i aftur til Iulian Florescu. Hann sendi djúpa diagonalsending í høgra bor_, har Bogi Gregersen gjørdist leysur, lyfti upp um málverjan og mitt innfyri máli_, har Jónhard Frederiksberg úr stuttari fjarstø_u setti krúllin undir bóltin.
So var 1-0 til Skála. Harvi_ skuldi heimali_i_ gera tvey mál, á_renn bronsuplássi_ kundi gerast veruleiki. Mótbrekkan var tung, og EB/Streymur megna_i ongantí_ at hótta Skálali_i_. Seinna partin av seinna umfarinum royndi heimali_i_ at leggja tr_st á, men ta_ eydna_ist bara lutvíst. Næst vi_ at fáa mál vóru teir, tá i_ skotroynd eftir horna úr høgru var_ bjarga_ á strikuni.
Talan var um ikki serliga væl leikta uppger_. Heimali_i_ tóktist hava viljan at royna, men teir megna_u ikki at finna eyka giri_, sum skuldi til, um ta_ skuldi eydnast. Mi_vøllurin fekk ongantí_ rættuligt tak á spælinum. Oftast vóru ta_ skálamenn, sum vunnu nærdystirnar og vóru fyrstir á returbóltunum, og Sonni L. Petersen og Sorin Anghel, sum tóktist darva_ur av ska_anum, sum hann fekk á Toftum, vóru ongantí_ vandamiklir. Besta møguleikan í 1. hálvleiki fekk mi_vallarin í høgru, Bár_ur Olsen, dygst undan ste_ginum. Møguleikin stó_st eftir kiks í mi_verjuni, men skoti_ úr seytjan metrum fór langt upp um máli_.

Disilpinera_ir skálamenn
Skálali_i_ var eitt sindur meiri verjukent í uppstilling, enn ta_ hevur veri_ flestu fer_irnar fyrr í ár. Jónhard Frederiksberg var einsamallur á toppinum. Hann var skjótur og ágangandi, og hann megna_i at binda Pacek og tveir afturat, og teir høvdu stórar trupulleikar av skjóta manninum. Mi_vøllurin hjá Skála var sera tættur. Ta_ er framúr styrkur, at li_forma_urin, Pauli G. Hansen, er komin fyri seg aftur. Hann er sera skilagó_ur í uppspælinum, og hann hevur uppaftur størri vir_i í verjupartinum.
Johan Nielsen hev_i valt at hava Paula G. Hansen sum eyka verjukendan mi_vallara. Nenad Stankovic og Bár_ur Danielsen vóru sentralir frammanfyri hann, og tá i_ mótstø_umenninir royndu at byggja upp, duttu mi_vallararnir í bor_unum ? Bogi Gregersen og Alexandur Johansen ? eitt sindur longri inn á vøllin. Felags fyri teir allar var, at teir stø_ugt arbeiddu sum hestar. Iulian Florescu plagar at vera rættuliga framrætta_ur vongverji í vinstru. Hesa fer_ helt hann seg so at siga bara í verjustø_uni.
Tveir minuttir eftir, at hann hev_i lagt Skála framum, átti Jónhard Frederiksberg at havt sta_fest Skála sigurin. Pauli G. Hansen spældi hann leysan eitt sindur til høgru. Gunnar á Steig kendi seg noyddan at leypa út úr málinum, og tá i_ Jónhard royndi at lyfta upp um málverjan, fór bólturin dygst skeivu megin stólpan.
Í roynd at tippa fyri landsli_smanninum hjá Skála og ivaleyst eisini tí, at teirra ma_ur ikki var heilt væl fyri, flutti EB/Streymur mi_skei_is í 2. hálvleiki Sorin Anghel úr álopinum og aftur í mi_verjuna. Pacek fór fyrst á vongverjan í vinstru, og sí_stu løtuna var_ hann settur í álopi_ í vón um, at ta_ kanska skuldi eydnast at fáa máli_, i_ skuldi birta eyka íblástur til sí_stu løtuna at strí_ast fyri sigursmálinum, i_ var alney_ugt fyri at fáa fatur á bronsukrónunum.
Men ta_ eydna_ist ikki. Skála helt tørn um lei_slumáli_, teir høvdu fingi_ í 1. hálvleiki. Heimamenninir fokusera_u ov nógv uppá at ilskast inn á mótstø_umenninar, sum sjálvandi høvdu hug at draga tí_ina út. Kanska hev_i tr_sti_ veri_ eitt sindur tyngri, um teir høvdu fokusera_ meiri upp á sítt egna spæl.
Skála vann 1-0, og harvi_ megna_u teir at spæla øll átjan umførini uttan at ver_a tro_ka_ir av hei_ursmerkjaplássunum.

EB/Streymur-Skála 0-1 (0-1)
0-1: Jónhard Frederiksberg 32.
Dómari: Lassin Isaksen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Gert Hansen, Andrzej Pacek, Fró_i Clementsen (Arnbjørn T. Hansen, 61., Esmar Ei_isgar_ (Knút Vesturtún, 46.) ? Bár_ur Olsen, Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen (Ólavur Poulsen, 77.), Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
Gult kort: eingin
Igor Bjarni Kostic ? Eugen Stanciu, Dusan Jaic, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu ? Bogi Gregersen (Hanus Thorleifsson, 79.), Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen, Bár_ur Danielsen, Alexandur Johansen ? Jónhard Frederiksberg (Teitur Joensen, 86.)
Gult kort: Iulian Florescu, Igor Bjarni Kostic