Skála vil ikki hava Goran

Skála hevur seinastu vikurnar havt Goran Markovic til royndarvenjingar. Ætlanin var, at serbiski spælarin skulu roynast sum avloysari fyri Nenad Stankovic, ið ikki fekk longt sítt arbeiðsloyvi í Føroyum.
Nú er royndartíðin hjá Markovic av, og niðurstøðan hjá Skála er, at hann er ikki rætti maðurin til felagið, skrivar heimasíðan hjá Skála.
Onnur feløg hava sýnt áhuga fyri Markovic, og sambært heimasíðuni hjá Skála vandi hann við ÍF.