Skála vil gera sítt

Á Skála verður eisini nógv tosað um FM-møguleikan. Men liðformaðurin heldur, at hetta tosið mest er millum áskoðararnar, meðan spælararnir royna at taka uppgávuna sum vant

Skála

Hóast tað mesta av prátinum um fótboltin leygardagin higartil hevur snarað um HB og B36, so eru tað ikki bara hesi bæði, sum hava møguleika til gullið.
Tí við einum javnleiki millum havnarfeløgini bæði, so kann Skála væl standa við gullinum. Og skal roknast sum sannlíkindarokning, so gevur hetta orangu-litta eysturoyarliðnum 1/3-møguleika.

Hóvar spælarunum væl
Tí er einki løgið í, at Skála eisini ger nógv við sínar fyrireikingar undan seinasta dystinum, og sum so tykist tað hóva spælarunum væl, at teir tykjast vera eitt sindur uttan fyri fokus.
- Tað er kanska ikki so løgið, at so er. Okkara møguleiki er jú tengdur at øðrum úrslitum, meðan HB og B36 kunnu avgera sítt sjálvi. Tað er so sjávlandi ikki tann besta støðan, men hinvegin hóskar tað okkum væl, at fokus er aðrastaðni, sigur liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen.
Spurdur, um fótbóoltstosið á vestara armi á Skálafjørðinum hevur verið øgiligt hesa seinastu tíðina, tykist Pauli hava hug at flenna.
- Tað hevur verið øgiligt í alt ár, og tað er sjálvandi ikki minni nú. Tað eru longu fleiri vikur síðani, at fólk fóru at tosa um møguleikan fyri, at seinasta umfarið kundi laga seg soleiðis, at vit vórðu meistarar, um dysturin í Gundadali endaði javnur. Og hesi hava so eisini fingið rætt nú. So prátið hevur verið øgiligt.

Venjarin ger sítt
Hóast nógva prátið kring vøllin, so hava bæði spælarar og venjari roynt at fyrireika seg sum vant. Men Pauli ásannar kortini, at tað hevur verið nakað av órógv.
- Serliga týskvøldið vóru nógv fólk og hugdu at venjingini, og tað eru vit ikki so vanir við. Men hinvegin, so hevur venjarin (Jóhan Nielsen, blðm.) duga avbera væl at dempa spælararnar. Hann hevur jú verið í líknandi støðum óteljandi ferðum, og tí veit hann akkurát, hvat krevst.
Men eitt er venjing. Annað er dysturin, sum skal spælast leygardagin. Væntar tú, at Skála uttan víðari klárar at spæla sítt spæl, ella fara tit at hava annað oyra at kalla uttan fyri vøllin, so tit kunnu hoyra, hvussu leikur fer í Havn?
- Sjálvur fari eg so at hava bæði oyruni uttanfyri. Eg eri nevnliga leikbannaður, so eg ætli mær at fylgja væl við, hvat gongur fyri seg í Gundadali, flennir Pauli, áðrenn hann aftur gerst meira álvarsamur.
- Men sjálvandi kann tað ávirka. Kanska serliga, um tað verður at kalla tøgn millum okkara áskoðarar. Tá fara spælararnir ivaleyst at hugsa, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Men tað mugu vit so royna at tackla.

Vilja enda væl
Tá vit at enda tosa um sannlíkindini fyri, at Skála kann standa við gullinum, tá avtornar, tykist Pauli ikki vera heilt vónleysur um møguleikan.
- Tað er jú altíð ein møguleiki fyri javnleiki í Gundadali, og so mugu vit taka av. Eg rokni í øllum førum við, at talan verður um ein sera varnan fyrra hálvleik, har hvørki B36 ella HB vilja vága nakað. Men heldur ein javnleikur sær hampuliga leingi, so verða partarnir noyddir at satsa, og so verður tað álopsfótbóltur fyri allar pengarnar.
Og álopsfótbóltur er væl eisini tað einasta, sum tit kunnu brúka til nakað?
- Ja. Skulu vit hava heiðursmerki, so skulu vit vinna dystin. Gera vit tað, so fáa vit í minsta lagi silvur.
Og eru tit nøgdir við tað?
- Bæði og. Sjálvandi kanst tú altíð hyggja í bakspeglið og iðra teg um einstakar dystir. Men hugsar tú hinvegin, hvussu meint vit hava verið raktir av skaðum, so haldi eg slettis ikki, at tað er so galið. Og treytað av, at vit vinna dystin leygardagin, so verður talan undir øllum umstøðum um besta úrslitið í søguni hjá felagnum. Og tí vilja vit í øllum førum røkka, slær Pauli fast at enda.