Fótbóltur
Fyritreytirnar hjá báðum liðunum á Toftum leygardagin vóru ymiskar. B68 hevði sum so onki at spæla fyri, og tað kom eisini at merkja avrikið hjá teimum.
Skála hevði plássið í deildini at stríðast fyri, og tað var eisini Skála sum myndaði stóran part av dystinum. Spælið gekk væl, og ágrýtnir vóru skálamenn sum sjáldan sæð.
Skála stríddist
Fyrstu løtuna kom Skála fram til fleiri hornaspørk, og ein stóran møguleika bleiv tað eisini til, tá málmaðurin hjá B68 bjargaði royndini frá Hanus Thorleifsson.
B68 hevði lítið og onki at bjóðað, og tí var tað onki løgið at Skála kom á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.Eftir enn eitt hornaspark, kom bólturin út til Sandru sum skeyt, málmaðurin hjá B68 bjargaði, men bólturin stakk út til ein skálamann sum spældi Paula Hansen frían og so var 1-0.
Eftir tað góðu byrjanina, var tað líka sum at Skála slakaði eitt sindur. Tað viðførdi so at B68 kom longur fram á vøllin, og longu 10 minuttir eftir málið hjá Skála javnaði Anders Nygaard, tá hann við einum góðum skoti plaseraði bóltin við síðuna av málmanninum.
Hetta málið setti ferð á B68, og restina av hálvleikinum stóðu toftamenn fyri tí sum hendi.
Øssur Jacobsen sum kom inn fyri Øssur Hansen, mundi lagt B68 á odda beint eftir útjavnandi málið.
Beint sum ein hevði varhugan av, at B68 var við at seta seg á dystin fór Skála í mótálop. Hetta endaði við at Hanus Thorleifsson bleiv feldur og dómarin dømdi brotspark.Ronnie Hansen setti hetta trygt í málið og so var Skála aftur á sigurskós.
Og tað skuldi blíva enn betri. Sum í fyrra hálvleiki, løgdu skálamenn betri út í seinna hálvleiki og longu í 10 minutti høvdu teir bóltin í málinum. Hetta bleiv tó ikki viðurkent, tí ein skála-leikari hevði verið rangstaddur. Fáar minuttir seinni eydnaðist at skora. Hesuferð bleiv Gigi sendur avstað í høgru síðu, hann trekti við bóltinum inn í brotsteigin, spældi landsmannin Sandru frían og hann skoraði til 3-1.
Hildu fast
Skála hevði nú eina tveymálsleiðslu, og tí var umráðandi at halda fast. Skála trekti seg aftur á vøllin og stríddist manniliga, so at B68 ikki kom til málmøguleikar. Og hetta eydnaðist eisini eina góða løtu. Men tá hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, var verjan hjá Skála ikki nóg nærløgd. John Heri Dam sendi ein góðan bólt innfyri, og har kundi Anders Nygaard seta høvdið á bóltin so hesin fór í mál til 2-3.
Nú var bert eitt korter eftir og nú kundi Skála veruliga leggja dent á verjupartin. Vart bleiv eisini av øllum alvi, og B68 fekk samstundis nakað av sínum góða spælið fram. Og tað leikaði eisini hart á frammanfyri skálamálinum, men inn fór bólturin ikki.
Í hinum endanum fekk Skála nøkur mótálop, sum teir áttu at fingið meira burturúr. Men mál komu ikki fleiri, og tískil endaði dysturin við sigri til Skála uppá 3-2.
Tá so EB/Streymur samstundis tapti, kom sigurin serliga væl við og tað verður nú EB/Streymur og ikki Skála, sum skal spæla um seinasta plássið í 1. deild.
Dysturin í tølum:
B68-Skála 2-3(1-2)
0-1: Pauli Hansen
1-1: Anders Nygaard
1-2: Ronnie Hansen br
1-3: Alexandru Gabor
2-3: Anders Nygaard
B68: Michal Kokoszanek - Jann Ingi Petersen, "Marlon" Jorge, John Heri Dam, Øssur Hansen, Anders Nygaard, Fróði Benjaminsen, Arnold Joensen, Bogi Petersen, Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen
Skála: Eugen Voda - Pauli Poulsen, Bent Djurhuus, Kári Nielsen, Hanus Thorleifsson, Jonhard Frederiksberg, Gheorghe Callo, Áki Petersen, Pauli Hansen, Ronni Hansen, Alexandru Gabor