Skála verður uttan royndan leiðara til botnbrakið

Liðtíðindi: Hetta er ein av seinastu møguleikunum hjá Skála at bjarga sær í bestu deildini

Skála spælir í kvøld eitt ordans botnbrak móti AB í 17. umfari í landskappingini hja monnum. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.

Skálamenn hava bara fingið tað eina stigið í hesum kappingarárinum. Tað kom móti júst argjamonnum, tá teir vitjaðu á Skála í fjórða umfari. Tá endaði tað við javnleiki 1-1. Hóast tað er blivið til 14 tap, so eru bara seks stig upp til niðurflytingarstrikuna. Trý av teimum kunnu koma á Argjum móti nummar níggju, sum heldur ongan dyst hevur vunnið í ár.

Tað verður tó uttan leiðaran á vøllinum, Pætur Dam Jacobsen. 37 ára gamli stríðsmaðurin fekk sítt fjórða gula kort í dystinum móti KÍ sunnudagin. Tað merkir, at hann skal sita yvir í kvøld. Hinvegin, so hevur skaðalistin ikki verið styttri í ár. Allir mans, sum hava verið á vøllinum í ár, eru tøkir.

##med2## 

Ein spennandi samanrenning er tann millum nýggja venjaran hjá Skála, Sorin Anghel, og gamla felagið hjá honum AB. Sorin Anghel var venjari hjá AB við kappingarbyrjan, men partarnir skiltust beint undan koronasteðginum. Bill M. Jacobsen takkaði fyri seg á Skála undan dystinum móti KÍ, og nýggjur venjari er Sorin Anghel. Helst hevur hann góða vitan um mótstøðuliðið í kvøld.

 ##med3##

Liðtíðindi – Skála:

Ikki við: Pætur Dam Jacobsen (leikbann - 4 gul kort)

Betri deildin 17. umfar:

Hósdagin 6. august:

B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (18.00)

Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-KÍ (19.00)

Fríggjadagin 7. august:

AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1

Stigatalvan: (Faroesoccer.com)

Nr.LiðDMMS
1.HB152740
2.152535
3.B36152634
4.NSÍ151832
5.Víkingur14923
6.ÍF14-720
7.EB/Streymur14-2010
8.TB14-127
9.AB15-276
10.Skála15-391