Tað er summarfestivalur, veðrið er gott, og hýrurin millum festivalgestirnar er góður. Klaksvíkingar og norðoyingar eru spentir, sambandið av Skála og vestara armi á Skálafjørðinum og undir Leirvíksfjørð er lagaligt. Tá ið bara ein dystur er á skránni í kvøld kann roknast við, at fjøldin kring vøllin verður stór.
Í kvøld verður Skála gestur í Klaksvík. Hesi bæði liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. KÍ vann triðja apríl 2-0 í Klaksvík. Tá ið liðini spældu á Skála 12. mai, reið tað leingi um snarið. Skála hevði møguleika at skora sigursmálið, men í 90. minutti skoraði Páll A. Klettskarð sigursmálið fyri KÍ.
Fyri einum ári síðani gjørdi KÍ upp við útsøgnina um, at klaksvíkingar ongantíð vinna, tá ið teirra lið spælir á heimavølli á norðoyastevnu, summarfestivalinum og sjómannadegnum. Fríggjakvøldið sjeynda august ella fyri einum ári síðani var tað so stórur rómur í Klaksvík eftir 2-0 sigurin á HB, at máltalvan lýsti í eina viku!
Veteranurin Hjalgrím Elttør ásannar, at talan verður um stóra avbjóðing í kvøld:
-Einki kemur av sær sjálvum. Tað vórðu vit mintir á, tá ið ÍF vitjaði í Klaksvík fyri knappliga tveimum vikum síðani. Skálamenn hava víst seg at vera stinnar, og teir hava vunnið og spælt javnt ímóti B36 og tapt tepurt ímóti fleiri av hinum, ið eru ovarlaga á talvuni. Vit eru fult og heilt savnaðir um avbjóðingina í kvøld, og sigur 33 ára gamli Hjalgrím Elttør. Síðsta sunnudag var hann partur av vinstra borði, sum man vera tað elsta í Føroyum. 35 ára gamli Súni Olsen var vongverji. Tilsaman hava teir spælt 862 dystir í fremstu røð í heimligu kappingunum og 105 landsdystir og í altjóða kappingum.
Atli Danielsen er langtíðarskaddur, Mayowa Oladele Alli er skaddur, og Jonas Flindt Rasmussen er tøkur aftur eftir leikbann.
32 ára gamli bóltsnillingurin Sveinur Justinussen er aftur á Skála liðnum, har hann ikki hevur verið síðani 2005! Hann er annars mest kendur sum lyklaspælari á besta liðnum hjá StÍF í hondbólti.
Pauli G. Hansen er so illa plágaður av skaða í mjødnini, at hann er ikki førur fyri at spæla. Tað er ivasamt, um Jákup Johansen orsaka av vøddaskaða verður førur fyri at spæla í kvøld. Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann.
KÍ-Skála: Petur Reinert kl. 18.00.