##med2##
Skála vendi langt um leingi vánaligu gongdini í Betrideildini við einum 1-0 sigri á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Janus Svabo Samuelsen skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Sigurin kemur á eitt turt stað hjá Skála, ið áðrenn dagsins dyst hevði tapt sjey dystir á rað í Betrideildini. Skála er nú komið uppá 18 stig, og teir hava 13 stig upp til fjórða plássið og 13 stig niður til ÍF, ið liggur næstniðast við fimm stigum. Sunnudagin 27. juli kann Skála økja um tann munin, tí tá taka teir móti ÍF á heimavølli.
EB/Streymur er triðniðast í Betrideildini við fimm stigum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen, ið helt, at talan var um ein ikki serliga væl spældan dyst. Rógvi slær fast, at teir í EB/Streymi mugu stríðast meir fyri tí um úrtøkan skal gerast betri aftaná summarferiuna.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen. Sigurin kemur væl við hjá Skála, men Pætur Dam Jacobsen heldur, at hóast sjey tap á rað, so hevur Skála verið væl við í fleiri av teimum dystunum. Nú ætlar Skála at betri um úrtøkuna aftaná summarferiuna.