Skála á veg ímóti bestu deildini

Fótbóltur: 07 Vestur vann oddauppgerðina á Argjum 2-0 ímóti AB, ímeðan Skála við 1-0-sigri á HB nú hevur tikið seinna uppflytingarplássið frá AB

22. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum var um vikukskiftið.
Toppuppgerðin var á Argjum, har oddaliðið 07 Vestur vitjaði. Gestirnir vóru alla tíðina omaná, og tað eydnaðist 07 Vestur at vinna 2-0 á AB.
Skála hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum seinastu vikurnar hava staðið seg ógvuliga væl. Tað var tætt og spennandi, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at tað eydnaðist Skála at skora sigursmálið.
1-0 Skála sigurin og at AB tapti 2-0 ímóti 07 Vestur ber við sær, at 07 Vestur nú er fimm stig frammanfyri Skála, ið er á seinna uppflytingarplássinum. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at AB ikki er á uppflyingarplássi. Skála er eitt stig frammanfyri AB. Hesi bæði liðini hittast á Argjum mikudagin 5. september.
Úrslitini bera við sær, at tað sær rættuliga svart út hjá teimum báðum liðunum á eystara armi á Skálafjørðinum.

Úrslit:
AB-07 Vestur 0-2
Skála-HB 1-0
B71-KÍ 0-3
EB/Streymur-B68 4-2
NSÍ-Víkingur 0-5


23. umfar
Leygardagin 1. september
07 Vestur-EB/Streymur
HB-B71
B68-NSÍ
KÍ-AB
Víkingur-Skála