Skála vann á sandoyingum

B71 lá undan dystinum í dag beint framman fyri Sk´la á stigatalvuni, men við einum sigri til Skála kundu teir fara fram við B71 á stigatalvuni.

 

Tað var eisini Skála, sum fór heim aftur við øllum trimum sitigunum. Um miðjan seinna hálvleik tóku teir leiðsluna, og móti endanum avgjørdu teir dystin við einum skjótum mótálopi. Skála spældi skjótt fram eftir vøllinum, og at enda endaði bólturin hjá Kaplanovic, sum sendi hann í netið til endaliga úrslitið 2-0 til gestirnar.