Skála vann á Argjum

-

Orsakað av verkfallinum, hevur stórt óskil verið í hvussu, dystirnir í millum øðrum 2. deild hjá kvinnum hava verið leiktir.
Í einstøkum førum hevur tó ikki verið neyðugt við sigling. Skála vitjaði AB herfyri, og tann dystin vann Skála 5-3.
Væntandi fer FSF í næstum at gera av, hvussu útsettu dystirnir skulu avgreiðast.