Skála til Vágs

Í Vági skal VB/Sumba royna at halda fast í positivu gongdini seinastu umførini. Hesa ferð er tað Skála, sum kemur á vitjan, og skal metast eftir stigatalvuni, so er hetta avgjørt ein av teimum dystum, sum VB/Sumba skal fáa stig í.
Sum skilst, so gera hvørki skaðar ella leikbann seg galdandi hjá nøkrum av pørtunum, og so verður tað upp til venjararnar báðar at gera av, hvussu kortini verða blandað á skilabestan hátt.