Skála til próvtøku við brestin

Í landsliðsferðalagnum, sum hevur verið í Georgia, og sum ikki lendi aftur í Vágum fyrrenn seint mikukvøldið, vóru fimm HB spælarar: Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg og Rógvi Jacobsen. Hjá hesum ræður um at fáa ferðamøðina úr kroppinum og sinninum, áðrenn tað eftir døgurða sunnudagin verður farið inn á Skála.

Hóast fleiri lyklaspælarar frá í fjør eru burtur, og venjarin er nýggjur, so kenna teir á Skála seg væl trimmaðar til fyrstu avbjóðingina í nýggju landskappingini. Í fjør var liðið nógv skaðaplágað. Liðformaðurin á miðvallarálitið hevur verið so mikið skaðaplágaður, at hann var noyddur at geva avboð til landsliðið.