Skúlaútbygging í Kvívík

Kvívíkar Kommuna hevur hækkað skattaprosentið fyri at kunna byggja skúlan út. Eisini aðrar útbyggingar verða gjørdar í kommununi

Kommunutíðindi

Kvívík: Kvívíkar skúli verður bygdir út, so hann stendur liðugur um gott trý ár. Nýggjur frítíðarskúli letur upp í Kvívík, og nýggj kloakkskipan verður løgd á Válinum.
Hesi eru nøkur av málunum, Kvívíkar Kommuna arbeiðir við i løtuni, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík.
Skúlaútbyggingin kostar nógvar pengar, sigur hann, so bygdarráðið sá seg noytt at hækka skattaprosentið frá 17 upp til 19 prosent í tvey ár fyri at fáa til vega tríggjar milliónir krónur, sum brúkast skulu til endamálið.
Arbeiðið, sum gjørt verður, umfatar umvæling av verandi skúla, umframt at bygt verður uppí. Miðað verður eftir at hava arbeiðið liðugt til skúlaársbyrjan á sumri 2005, sigur Heini Holm.
Við at hækka skattaprosentið hevur bygdarráðið tryggjað sær, at arbeiðið upp á skúlan verður goldið, so hvørt tað verður gjørt, soleiðis at skúlin er útgoldin, samstundis sum hann er liðugur.
Kvívíkar Kommuna hevur eisini eina frítíðarskúlaskipan, sum nú verður ment, greiðir borgarstjórin frá.
Frítíðarskúli hevur verið í gomlu bankahúsunum beint við høvuðsvegin oman í bygdina. Tað hevur ikki verið nóg gott soleiðes, heldur Heini Holm. Bæði orsakað av plássinum og ikki minst av ferðsluni.
Nú hevur kommunan keypt eini eldri setús niðri við kirkjuna í sera barnavinarligum umhvørvi, sigur hann. Bein við ánna, og eingin ferðsla er heldur. Har fer at verða pláss fyri 16 børnum. Tey elstu úr barnagarðinum fara oman hagar, umframt tey, sum í dag eru í frítíðarskúlaskipanini.
Hóast Kvívíkar Kommuna ikki er millum tær størstu í íbúgvaratali, telist hon millum tær heilt stóru í vídd. Frá Skælingsfjalli norður á Sneis, vísir Heini Holm á. Og tað eru ikki færri enn fimm bygdir í kommununi, sum hvør skal hava sítt vatnverk. So har er nóg mikið at halda, sigur hann.
Vatnverkið á Válinum við reinsiverki og øllum er nýtt. Og tað sama er bæði á Stykkinum og á Skælingi.
Í Leynum er byggisamtyktin broytt, soleiðis at til ber at byggja nøkur sethús afturat fram við landsvegnum til Skælings, sigur borgarstjórin. onkur umsókn er, men einki loyvi er givið enn.
Í Kvívík hevur hinvegin veirð gjørt byggiklárt nú í eini tvey ár Norðuri á Heygnum. Nú eru skeytini farin út, og eini try hús eru komin upp at standa har norðuri, sigur Heini Holm.
Hann sigur, at peningur er eisini settur av til at flyta ruskbingjurnar, sum standa niðri í bygdini, niðan móti molddunganum, sum liggur niðan móti Vestmannavegnum.
Í dag standa ruskbingjurnar nirði við útgrevsturin, og haðani vil bygdarráðið hava tær burtur. Samstundis verður meira skipað innsavning gjørd á nýggja bingjuplássinum, sigur borgarstjórin.
Heini Holm sigur, at Kvívíkar Kommuna er rímilig væl fyri fíggjarliga. Kommunan varð skuldarfrí í 1999, men væntar sær eina hampiliga inntøku frá landskassanum í ár.
Tá Kvívíkar Kommuan í 1997 gjørdi barnagarð, legði hon allan kostnaðin út sjálv. Talan var um 1,7 millión krónur. Reglurnar vóru tá, at landskassin skuldi gjalda 60 prosent, so kommunan skuldi fáa eina millión aftur. Avtalað varð gjørd og undirskrivað, men peningurin ikki útgoldin.
Síðan er barnaansing løgd út á kommunurnar, og Kvívíkar Kommuna hevur fingið at vita, at hon má sjálv bera kostnaðin av barnagarðinum.
?Men tað verður ikki gjørt uttan svørðslag, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík. vit kunnu ikki bøta fyri, at reglurnar verða broyttar aftaná, at vit hava undirskrivað eina avtalu. hon skal bara haldast, sigur hann.