Skála styrkir um miðvøllin

23 ára gamal svenskari skal hjálpa til á Skála tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum

Í gjárkvøldið skrivaði Skála Ítróttarfelag undir avtalu við nýggjan spælara. Talan er um svenska miðvallaran Rasmus Andersson, sum er føddur 17. apríl 1993 og harvið er 23 ára gamal. Avtalan fevnir um tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.

Støðutalvan sigur, at uppflytararnir av Skála hava staðið seg væl. Men felagið sigur, at tørvur er á fleiri spælarum:

Hópurin er so smalur, at vandi er fyri, at leikbann og skaðar kundu raka meint, um vit ikki fingu leikarar aftrat í summarsteðginum, sigur Skála Ítróttarfelag á heimasíðu síni.

Nýggi spælarin verður sambært heimasíðuni sagdur at vera skjótur og ágangandi, og at tað liggur væl fyri hjá honum at leggja innfyri.

 

Rasmus Anderssen hevur fyri tað mesta spælt við Falkenbergs FF, har hann eitt nú spældi fýra dystir á liðnum í bestu deildini. Hetta var sum innskiftari og uttan at tað eydnaðist honum at vinna sær fast pláss. Hann hevur spælt sjey dystir í næstbestu svensku deildini.

Higartil í ár hevur hann spælt við Ørn Horten í triði bestu norsku deildini, og har var hann fram til summarsteðgin.

 

Fyrsti møguleikin hjá nýggja miðvallaranum at spæla á Skála liðnum verður sunnudagin 24. Juli, tá ið Skála skal spæla í Gundadali ímóti HB.

Eftir sekstan umfør er Skála á sjeynda plássi við seytjan stigum – átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.